Heimatíðindi

Rynkeby: Porkeri ístaðin fyri París

Henda myndin verður kanska vanlig mynd fyrstu vikuna í juli, tá súkklararnir annars plaga at sikta eftir París Mynd: Tórvør Ø. Vang

Henda myndin verður kanska vanlig mynd fyrstu vikuna í juli, tá súkklararnir annars plaga at sikta eftir París Mynd: Tórvør Ø. Vang

2020-04-18 16:19 Author image
Sveinur Tróndarson

- Tey, sum eru á liðnum, hava tikið frí hasar dagarnar í summar, og hví ikki brúka teir til okkurt í hesum sambandinum, tá nú fólk kortini hava tikið frí. Tí hava vit valt at kanna møguleikan fyri einum túri kring Føroyar ístaðin.

Tað, sigur Aksel Haraldsen, sum situr í stýrisbólkinum hjá føroyska Rynkeby-liðnum, sum eftir ætlan skuldi avstað, við kós móti París, tann 4. juli. Tann túrurin verður nú av ongum, tí í gjár gjørdu høvuðsfyrireikararnir av at avlýsa túrin til franska høvuðsstaðin í ár.

Men tað er ikki óhugsandi, at føroyska Rynkeby-liðið fer at súkkla í Føroyum ístaðin. Heilt hvussu tað skal skipast, er ikki greitt enn, til tað er ov stutt fráliðið.

- Vit arbeiða við nøkrum møguleikum. Upprunaligi túrurin er uppá umleið 1.300 kilometrar uppá sjey dagar, og hvat hava vit av asfalteraðum vegi í Føroyum? Millum 800 og 900? Taka vit tað saman við, at vit her hava nokkso nógv fleiri hæddarmetrar, so kundi tað verið áhugavert at roynt at komið runt alt landið, og so skipað fyri tiltøkum samstundis, sigur Aksel Haraldsen.

Hann leggur tó dent á, enn er einki avgjørt, og tað gongur nokk ein tíð, áðrenn tað ber til at avgera nakað. Men tað verður arbeitt við møguleikanum.

Tað kom nokk ikki so óvart á, tí korona-støðan hevur havt nógvar avlýsingar við sær, og nú hevur hon so eisini rakt Rynkeby-súkklararnar.

Ein slík avlýsing hevur nógvar spurningar við sær, tí tað hongur nógv uppi í einum slíkum tiltaki.

Eitt er, hvussu verður við teimum, sum høvdu teknað seg í ár. Tey hava goldið fyri súkklu og klæði, sum tey hava fingið, men nú sleppa tey ikki túrin til Fraklands. Spurningurin er tí, um tey kunnu fara næsta ár ístaðin.

- Tað er tað, sum verður hugt eftir nú. Tað er upplagt er, at tey, sum vilja taka túrin í næsta ár ístaðin sleppa við, og so eru sjálvandi nøkur, sum ikki kunnu. So kunnu vit fylla upp við nýggjum, greiðir Aksel Haraldsen frá.

Er tað ikki møguligt at hava størri lið?

- Tað er ikki bara sum at siga tað. Eitt størri lið ger tað truplari á vegunum og vit skulu eisini hava nógv størri hjálparapparat aftanfyri. Og eitt størri lið ger tað eisini truplari at útvega gisting uttanlands, sigur hann.

Tað er nokkso putlut at eitt súkklulið saman. Nógv fyrilit skulu havast, tí hyggjast skal eftir nógvum ymiskum viðurskiftum, so liðið bæði landafrøðiliga og á annan hátt er sett rætt saman. Men tað hevur riggað øll hini árini, og tað fer tað eisini at gera aftur næsta ár, staðfestir Aksel Haraldsen, sum enn ikki vil inn í smálutir um nakað, sum liggur ov langt frammi.

- Avlýsingin er so nýggj, at vit verri enn so hava fingið alt uppá pláss, og tí vilja vit ikki siga ov nógv enn. Men tað er rætt, at vit kanna møguleikan fyri einum føroyskum túri ístaðin, men eisini tað bíða vit at siga ov nógv um til vit vita nærri, sigur hann. 

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður