Rustað amerikanskt rusk í Grønlandi

2016-08-16 19:27 Author image
Dimma

Amerikanskar blómur. Soleiðis kalla grønlendingar tað, sum liggur eftir amerikanarar í grønlendsku náttúruni. Talan er um rustað jarn av ymsum slagi - tunnur, bilar, steyrar og annað reytt burturkast.

Nú hevur amerikanski myndamaðurin Ken Bower sett sær fyri at vísa á, hvussu USA er rýmt frá sínum rustaða ruski. Talan er um restirnar frá einari amerikanska loftflotastøð, ið varð reist í árunum 1942 til 1947. Ella, sum tað so flott stendur ristað í jarnleivdirnar: “Property Air Force US Army.”

Danmark var hersett av týskarum, og tí yvirtólk USA verjuna av Grønlandi undir krígnum og løgdu 41 støðir fram við grønlendsku eystur- og vesturstrondini. Eftir kríggið mistu støðirnar sín týdning, og tí var farið víðari - uttan at taka ordiliga upp eftir sær.

Danska blaðið Informatión vísir nakrar av myndunum, sum vit endurgeva her. USA vil einki hava við uppruddingina at gera, og Danmark sigur, at Grønland eigur at taka málið við tann, sum hevur latið óruddið liggja. Sagt øðrvísi: Hatta má Grønland loysa við Amerika.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður