Uttanlands

Russar kennast ikki við hooligans

2016-06-12 16:00 Author image
Dimma

- Har var eingin samanbrestur. Hatta er fultkomuliga yvirdrivið, sigur russiski ráðharrin fyri ítrótt, Vitalij Mutko, við Russia Today.

Hetta hendir eftir, at UEFA annars hevur sett kanning í verk av tí, sum hendi beint áðrenn dystarlok í gjár í EM dystinum millum Russland og Ongland, sum endaði 1-1. Fyrst ljóðaði ein ógvusligur bumbubrestur, og tíðindini vilja vera við, at hetta var avtalað frammanundan og var signalið til nakrar russiskar áskoðarar um at leypa á bretsku áskoðararnar.

Av tí at vandi kann vera fyri tílíkum, plaga áskoðararnir at vera skildir væl og virðiliga sundur við sterkum hegni ella líknandi, men so ar ikki á Stade Velodrome leikvøllinum í Marseilles í gjár. Tað hevði annars verið friðarligt kring leikvøllin, hóast ófriður og bardagar høvdu verið aðrastaðni í býnum millum áskoðararnar. Men brádliga endaði galið.

Hóast myndir vísa ógvusligu hendingarar, so vilja russar ikki viðganga hendingina. Russiski ráðharrin fær undirtøku frá Aleksander Shprigin, sum skipaði fyri russisku áskoðarafjøldini.

- Har var eingin bardag. Bretarnir reistu seg bara upp og rýmdu. Løgreglan var til staðar og gjørdi eitt gott arbeiði, sigur hann, sambært svenska Aftonbladet.

Hetta sigur hann hóast fleiri áskoðarar endaðu á sjúkrahúsi og myndir prógva hendingina. Samanlagt vórðu 35 fótbóltsfjepparar innlagdir í Marseilles í gjár, fýra við álvarsligum skaðum, men júst hvussu nógvir av hesum høvdu verið inni á Velodrome leikvøllinum, er óvist.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður