Kjak

Ruskveiða – Fishing for Litter

2019-03-08 11:25 Author image
Kári Thomsen

Tað er at fegnast um, at Tórshavnar Kommunu er blivin so mikið vakin, at hon hevur tikið til sín felagskommunala átakið at fáa rúsk upp ur sjónum. Men kommunan – og allar føroysku kommunurnar – vóru limaðar inn í KIMO fyri nógvum árum síðan ... so at siga frá byrjan tá KIMO varð sett á stovn.
Upprunin til átakið at verja Norðuratlantshavið móti dálking stavar frá tíðini miðskeiðis í 1980’unum, tá kjarnorkuverkið Sellafield hótti havumhvørvið við geilsavirknari dálking. Her vóru framskygd og umhvørvistilvitað fólk í Føroya Náttúruverndarfelag FNU, ið tóku stig at ávara og mótmæla vandan við geislavirknari dálking, við skrivum til Løgting og ensku stjórnina, at steðga verkinum. Ikki slepst undan at nevna Tórmoð Dahl, sála, ið saman við m.a. Jógvani K. Mørkøre, ið eisini fingu Fjallavatn friðað, og seinri skipað norðurlendskt samstarv til vernd av havumhvørvinum. KIMO er kommunalur felagsskapur fyri øll Norðurlond og flestu av norðureropeisku londunum. Og einki var meira nátúrligt enn at Jógvan K. Mørkøre, ið virkaði sum formaður í Føroya Kommunufelag í fleiri áratíggju, tók samband við KIMO og limaði føroysku kommunurnar inn í felagsskapin. 
Fishing for Litter – ruskveiða – varð sett í verk sum eitt sera gott átak, og skipað í góðum samstarvi við Nes Kommunu, har áhugi var at fremja ætlanina sum eitt fyrsta stig. Við ST-sáttmálanum Agenda 21 um burðardygga menning, og Grøna Skjalið, ið Tórshavnar Kommuna eisini tók undir við, varð Fishing for Litter sett í verk í 2007 í samstarvi millum Nes Kommunu, Kongshavnar Havn og Agenda 21 Stovuna, og har trolarin M/T Búgvin savnaði rusk saman á fiskitúrum.

Tíverri fekk Føroya Kommunufelag trupul arbeiðsvirðuskifti, tá harðrendi borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, setti split millum stóru og smáu kommunurnar, ið endaði við, at Føroya Kommunufelag gav skarvin yvir. 
Agenda 21 Stovan varð niðurløgd, og er síðan einki gjørt á burðardyggari leið, annað enn tað einstakar kommunur megna at seta í verk, og tað áhugafelagsskapir hvør í sínum lag taka stig til.

At felagsskapurin fyri føroysku kommunurnar, Kommunufelagið, ikki er komin longri áleiðis enn at hava eitt eiti av at verða limur í KIMO, og onga miðvísa ætlan hevur fyri burðardyggari menning, er greitt prógv um, at felagsskapurin ikki megnar sína uppgávu sum almennur og kommunalur stovnur.
Gott at Tórshavnar Kommuna eftir nógv ár og langt um leingi er komin undan dýnuni – har aðrar kommunur, sum t.d. Nes Kommuna, hevur verið árvakin í fleiri ár.
Alt fór fyri bakka – Grøna Skjalið, Best røkta bygd, Agenda 21 Stovan v.m. – eftir harðan bardaga við einaræðisharran, ið nú situr í Landsstýrinum og gevur harraboð … tá hann ikki skal avmyndast í einhvørjum miðili.
Føroysku kommunurnar eiga at krevja at fáa endurstovnað Agenda 21 Stovuna – ikki sum stovn undir einhvørjum formanni í Kommunufelagnum, men sum sjálvstøðugan stovn. Løgtingið hevur samtykt Agenda 21 sáttmálan og at gjalda lønarútreiðslur til starvsfólk. Tí eiga kommunurnar … so ella so … at krevja at fáa veitt ráðgeving innan burðardygga menning, sum ovurstórur tørvur eisini er á, m.a. við krevjandi byggi- og brunalóggávu, og soleiðis at samskipan fæst í lag heldur enn sundurlyndi, ið var meginreglan í Kommunusamskipan Føroya.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður