Rufus Gifford riggar av

2017-01-17 12:45 Author image
Simona Midjord

Amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, fer úr starvinum fríggjadagin. Seinastu dagarnar hevur hann millum annað vitjað drotningina og politikarar, sum hann hevur samstarvað við hesi trý árini, hann hevur røkt embætið sum amerikanskur sendiharri í danska ríkinum.

Rufus Gifford hevur verið ógvuliga væl umtóktur sum amerikanskur sendiharri, eisini í Føroyum, her hann vitjaði bæði í 2013 og um ólavsøkuna í fjør. Og Gifford hevur eisini sjálvur verið fegin um møguleikan at umboða USA í danska ríkinum.

Hann hevur verið rættiliga serstakur sum sendiharri, tí hann hevur útint eitt slag av “diplomati í eygnahædd”, har hann hevur verið nógv úti millum fólk og sum heild hevur verið nógv sjónligari enn sendiharrar vanliga eru.

Danska TV2 hevur spurt hann, hvat hann er mest errin av at hava gjørt sum sendiharri í Danmark.

- Hvørja ferð eg fái eini boð á Facebook ella ein tilvildarligur persónur steðgar mær á gøtuni og sigur: “Eg havi ongantíð hugsað um diplomati fyrr, eg havi ongantíð vitað, hvat arbeiðið hjá einum sendiharra gongur út uppá, men tað geri eg nú, takkað verið tær”. Tað eri eg mest errin av, eg snøgt sagt elski tað.

 Rufus Gifford hevur verið sendiharri í hálvt fjórða ár, nú hann gevst í embætinum. Spurdur, um hann iðrar seg um nakað í arbeiðnum, svarar hann TV2, at tað ger hann ikki.

- Eg angri einki. Lívið er ov stutt at iðra seg um ting, man hevur gjørt. Vit fara at líta aftur á okkara tíð í Danmark við stórari gleði og takksemi.

Meðan hann hevur verið sendiharri í Danmark, er Rufus Gifford blivin giftur við manni sínum Stephen DeVincent á ráðhúsinum í Keypmannahavn, og hann hevur eisini verið við í sjónvarpssendingini “Jeg er ambassadøren fra Amerika”, har hyggjarar fingu eitt serligt innlit í gerandisdagin hjá honum.

Nú Donald Trump tekur við amerikanska forsetaembætinum fríggjadagin, merkir tað eisini, at tíðin hjá Gifford sum sendiharri í Danmark er av. Tá TV2 spurdi hann, hvat hann nú fer at gera, var hann skjótur at svara “halda frí!”

Men ivaleyst verða skjótt boð eftir Rufus Gifford, sum umframt at hava verið amerikanskur sendiharri í Danmark frá september 2013 fram til nú eisini hevur arbeitt við valstríðnum hjá bæði John Kerry og Barack Obama og eisini hevur fingist við filmsframleiðslu.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður