Uttanlands

Løgreglan ruddar Pusher Street

2016-06-17 14:37 Author image
Dimma

Seinnapartin hevur løgreglan í Keypmannahavn tikið burtur tær tiltiknu hash-búðirnar í Pusher Street á Christiania.

Talan er um eitt størri átak, sum er endin á fýra ára longum stríði at vinna á skipaða hashhandlinum á Christiania, sigur danska løgreglan í tiðindaskrivi.

- Nú eru tey kriminellu so mikið nógv trýst, at íbúgvarnir á Christiania hevur ein møguleika fyri at skipa Pusher Street sum eitt trygt øki, sigur løgreglan í tíðindaskrivinum.

Pusher Street hevur í nógv givið nógvum fólkum ólógligar inntøkur frá skipaðari sølu av hashi. Við tiltakinum vónar løgreglan at flyta burtur tann skipaða kriminalitetin og eyðsýnda handilin við hashi. Ein serlig deild hjá løgregluni hevur síðan 2012 jagstrað seljarar og innflytarar av hashi í Pusher Strett.

Umsetningurin er áður mettur at vera umleið eina milliard krónur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður