Royna at bróta hurðina upp til EFTA

2016-06-01 11:35 Author image
Dimma

Føroyar hava í fleiri umførum roynt at sloppið upp í sokallaða EFTA-samstarvið, uttan stórvegis eydnu, men nú verður aftur roynt.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, var í gjár á fundi við norska ráðharran við ES-, EBS- og norðurlandamálum, har hann setti hol á enn eina roynd at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap í EFTA og Norðurlandaráðnum. Fundurin var í Oslo.

- Fundurin er liður i eini tilgongd, har landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum skal hitta starvsfelagar sínar í EFTA-londunum, har greitt verður nærri frá ynskjunum hjá landsstýrinum um møguligan EFTA-limaskap, verður sagt úr Uttanríkisráðnum.

Í samgonguskjalinum stendur, at samgongan strembar eftir eftir sjálvstøðugum limaskapi í norðurlendskum, evropiskum og alheims stovnum, herundir Norðurlandaráðnum, EFTA, WTO og IOC, sum er altjóða olympiska nevndin.  Higartil hevur gingið illa at sleppa upp í part, má staðfestast, bæði í EFTA, Norðurlandaráðnum og í IOC.

Nú roynir landsstýrismaðurin so aftur at fáa dyrnar upp. Í EFTA eru bara fýra lond, sum eru Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein. Tey hava tætt samstarv við ES, eina sokallaða EBS-avtalu, sum samgongan vil gerast partur av.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður