Heimatíðindi

Royndin gevur hall

Royndin gevur hall

(Mynd: Google)

2018-07-31 17:30 Author image
Ingi Samuelsen

Tað gongur heldur striltið at fáa íløgurnar at geva avkast hjá Pf. Royndini, sum er eitt íløgufelag, sum Føroya Lívstrygging, Lív Holding, í 2005 setti á stovn fyri at gera íløgur í feløg, ið byggja á frambrot og nýggja tøkni.

Lív hevur sett 50 milliónir krónur í Royndina, men felagið hevur ikki rættiliga fingið hesar milliónirnar at geva avkast, sum annars var ætlanin, tá framtaksfelagið varð sett á stovn, og framvegis er endamálið við felagnum.

Higartil eru góðar 31 milliónir krónur avskrivaðar sum mistar, so at eginpeningurin er komin niður á knappar 19 milliónir krónur, framgongur av ársfrágreiðingini fyri 2017.

Árið í fjør gav eitt hall á 1,9 milliónir krónur, sum er eitt munandi betri úrslit enn undanfarnu tvey árini, tá hallið var ávikavist 13,1 og 16,6 milliónir krónur.

Pf. Royndin fekk í fjør góðar 3 milliónir krónur í rentum og vinningsbýti, men mátti samstundis niðurskriva virðisbrøv fyri 3,9 milliónir krónur, so úrslitið nærkaðist tveimum milliónum í minus, tá starvsfólkaútreiðslur og avskrivingar vóru tiknar við.

Leiðslan hjá felagnum hevur heldur ikki vónir um stórvegis broyting í gongdini í ár heldur, tí væntanirnar fyri 2018 er, at ”felagið fer at geva eitt lítið hall”.

Sambært ársfrágreiðingini, hevur Pf. Royndin sett framtakspening í níggju feløg, ”av hesum meginparturin feløg, ið leggja dent á frambrot og nýggja tøkni”.

Roknskapurin nevnir bert trý av hesum feløgum, ið verða skrásett sum ”assosierað feløg”. Talan er um 35 prosent ognarpart í Spf. Frakt og Sandsøluni í Runavík, og so tvey donsk feløg við føroyskum eigarum, ApS Drop Bucket og ApS Globetracker, har Royndin eigur ávikavist 33,9 og 27 prosent.

Síðstnevnda felag – Globetracker – er eitt felag, sum arbeiðir við at menna skipanir, ið kunnu spora vørur undir flutningi, og hevur fingið íløgupening frá einum hópi av føroyskum íleggjarum, eitt nú Smyril-Line, Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, Fremherja, Tryggingarfelagnum Lív, Norðoya Íløgufelag, TF Holding umframt Royndini. Úrslitið hjá Globetracker í fjør var 17 milliónir í halli og eginpeningurin minus 28 milliónir, so Royndin hevur niðurskrivað hesa ognina til eitt roknskaparligt virði á eina krónu.

Upplýst verður ikki í roknskapinum hvørji hini seks feløgini, sum Royndin eigur í, eru. Men sambært Vinnuvitan.biz er talan um m.a. Pf. Aluplast, Pf. Data Quality Systems, Spf. Decision3 og Pf. Tutl International.

Jan Jakobsen, sum eisini er stjóri í Lív, er stjóri í felagnum. Finn Danberg er nevndarformaður og hinir nevndarlimirnir eru Gunnleyg Árnafjall, Kári Petersen og Høgni Olsen.

Keldur: vinnuvitan.biz, liv.fo og ownr.dk

Les eisini: LÍV Holding eitt úrslit upp á knappar 8 milliónir

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður