Royndarverkætlan um heilivágsgjøgnumgongd framd

Royndarverkætlan um heilivágsgjøgnumgongd framd

2017-11-15 10:31 Author image
Innsent

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tikið  stig til at fremja heilivágsgjøgnumgongd, í fyrstu atløgu sum eina royndarverkætlan.

Ein arbeiðsbólkur hevur framt verkætlanina, ið fór fram á Boðanesheiminum og Eysturoyar røktar- og ellisheimi. Í tíðarskeiðinum frá januar til og við mai í 2017 vórðu í alt 54 heilivágsgjøgnumgongdir framdar. Tveir farmaseutar við prógvi í ”medicingennemgang for farmaceuter”, framdu hesar heilivágsgjøgnumgongdir í samstarvi við avvarðandi røktarstarvsfólk og kommunulæknar.

Endamálið við eini heilivágsgjøgnumgongd er at betra um viðgerðartrygdina hjá borgarunum. Harumframt verður herðsla løgd á skynsama heilivágsnýtslu, soleiðis at borgarin ikki fær óneyðugan heilivág, og kostnaður fyri heilivágsviðgerð verður avmarkaður so nógv, ið til ber, umframt at heilsustøðan og lívsgóðskan hjá borgarum gerst betri.

Kanningin vísur í stuttum, at tað ikki altíð er samsvar millum heilivágslistan hjá læknum og tann heilivág, sum borgarar fáa. Við heilivágsgjøgnumgongd er møguleiki at fáa rættað uppá hetta, umframt at fáa samlaðu heilivágsnýtsluna niður.

Arbeiðsbólkurin leggur fram sjey tilmæli. Millum tilmælini eru:

- At borgarar á røktar- og ellisheimum fáa tilboð um heilivágsgjøgnumgongd eina ferð um ári. Mælt verður til at byrja verður við hesum bólkinum av borgarum.

- Í øðrum lagi verður mælt til, at heilivágsgjøgnumgongd verður framd eina ferð um árið hjá øllum borgarum, 65 ár og eldri.

“Verkætlanin vísir á, at bæði kommunulæknar og røktarstarvsfólk meta, at viðgerðin verður betur og tryggari hjá borgaranum, aftaná at heilivágsgjøgnumgongd er framd. Næsta stig er saman við kommunum, Apoteksverkinum og kommunulæknum at víðkað tilboðið um heilivágsgjøgnumgongd til at fevna um øll røktarheim og við tíðini aðrar borgarar, ið  tørva tænastuna”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í viðmerking.  

Frágreiðingin um heilivágsgjøgnumgongdina kann lesast her.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður