Uppboðssølan verður klár í juni

2016-05-12 08:47 Author image
Dimma

Nú nærkast, at tað fyri fyrstu ferð verður roynt at selja fiskarættindi á uppboði í Føroyum.

Gongst sum tey ætla í Fiskimálaráðnum, verður arbeiðið at gera kunngerðina um royndaruppboðssøluna liðugt um mánaðarskiftið.

Kunngerðin skal eisini hava politiska viðgerð, og hon skal til hoyringar hjá ymsum pørtum, men í juni mánað verður klárt at selja fiskin á fyrstu uppboðssøluni av fiskatilfeingi í Føroyum.

Royndaruppboðssølan fevnir um tilsamans 20.000 tons av svartkjafti, 9.000 tons av makreli, 4.000 tons av sild og 3.000 tons av toski í Barentshavinum. Tað samtykti løgtingið 6. apríl í ár.

Sambært Fiskimálaráðnum fer at bera til at skipa uppboðssøluna í juni mánað. Men júst hvussu hetta fer fram, vilja tey ikki út við enn. Tað er heldur ikki vist, at allur fiskurin verður boðin út á sama hátt.

Hvussu verður og ikki. Royndaruppboðssølan skal – sum orðið sigur – geva nakrar royndir, sum skulu brúkast í ætlanini hjá landsstýrinum at fara frá “politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan”.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður