Heimatíðindi

Royna at pjøssa tunlarnar sum frægast

Royna at pjøssa tunlarnar sum frægast

Armgarð Steinhólm, deildarleiðari á Deildini fyri infrakervi á Landsverk

2018-07-07 16:41 Author image
Georg L. Petersen

Kollfjarðatunnilin livdi upp til trygdarkrøvini sum vóru sett í 1992, men hann er afturúrsigldur í ólukkumát – hann er ikki dagførdur við trygd síðan, og í dag er støðan so vánalig, at hann ikki so frægt sum hevði lokið krøvini til trygd, sum vórðu sett í 1992

– Tað er at kalla vónleyst hjá okkum at skifta perur og ljósarmatur í Kollfjarðatunlinum, tí tað verður ikki framleitt meira. Vit hava roynt at keypt restlagur, men nú er einki eftir. Seinast máttu vit taka úr Gásadalstunlinum at seta í Kollfjarðatunnilin, sigur Armgarð Steinhólm, deildarleiðari á Deildini fyri infrakervi á Landsverk.

Støðan er ikki góð í nógvum av teimum føroysku tunlunum, heldur ikki teimum stóru við nógvari ferðslu. Játtanin til alt tað føroyska samferðslukervið eru góðar 40 milliónir krónur, og tað skal brúkast til rakstur og viðlíkahald av øllum vegakervinum, seytjan tunlum og kavarudding. Og skulu nógv trafikeraðu tunlarnir dagførast, skulu nógvar milliónir krónur á borðið.

Landsverk roynir at fáa sum mest fyri pengarnar og at brúka hugflogið sum frægast at loysa ítøkiligar trupulleikar, sum nú millum annað rakar Kollfjarðartunnilin – men nú stendur á.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður