Heimatíðindi

Royking er metlág í Føroyum, men vaksandi í Danmark fyri fyrstu ferð í 20 ár

(Mynd: Politikken.dk)

(Mynd: Politikken.dk)

2019-01-04 12:40 Author image
Turið Justinussen

Kanningar vísa, at royking í Føroyum er metlág, og at danir fyri fyrstu ferð í 20 ár roykja meira

Sundhedsstyrelsen kunngjørdi í dag, at fyri fyrstu ferð í 20 ár er øking í talinum av danum, sum roykja. Tað vísir árliga kanningin av roykivanum hjá danum sum Sundhedsstyrelsenfyri Hjerteforeningen, Kræftens Bekæmpelse og Lungeforeningen gera. 

Les kunngerðina her.

Seinastu tvey áratíggjuni, hava bert smáar hækkanir kvett ta annars jaligu, lækkandi rásmyndina fyri hópin av danum, ið roykja, men nú er hagfrøðilig vissa um, at rásin peikar uppeftir, og alsamt fleiri danir roykja. 

Talið av fólki, ið roykja dagliga er nevniliga vaksið við 9,5 prosentum seinastu tvey árini. Í 2016 royktu 21,1 prosent og í fjør royktu 23,1 prosent av danunum.

Tølini loypa órógv á Kræftens Bekæmpelse, Hjerteforeningen og Lungeforeningen, ið øll eru samd um, at loysnin er at hækka avgjaldið, so prísurin fyri ein pakka av sigarettum verður øktur munandi.

- "Hetta er ógvuliga hugtyngjandi", sigur Charlotta Pisinger, professari í fyribyrging av royking á Københavns Universitet og yvirlækni á Bispebjerg og Frederiksberg Hospital í samrøðu við politikken.dk

Charlotta Pisinger vísir á, at hetta sama tal er fallandi í londum, Danmark sammetir seg við: Norra, Svøríki og Íslandi, og sambært eini kanning frá Gallup og Fólkaheilsuráðnum frá septembur í fjør, er talið eisini fallandi hjá okkum í Føroyum. 

[object Object]

Færri føroyingar roykja
Hóast fleiri danir eru farnir at roykja, er dagliga roykingin í Føroyum metlág.

Kanningin hjá Gallup og Fólkaheilsuráðnum vísir nevniliga, at prosenttalið av fólki, ið roykja, ið flest eru í aldrinum 18-24, støðugt er fallið. Nú roykja bert 20 prosent av føroyingum hvønn dag, sum er metlágt síðan hesar kanningar byrjaðu í 2002.

- "Hetta er fyrstu ferð, at vit eru niðri á 20 prosentum", sigur Ólavur Jøkladal, skrivstovustjóri í Fólkaheilsuráðanum í samrøðu við Dimmalætting, og leggur afturat:

- "Tað eru færri roykjarir nú, men málið er framvegis, at Føroyar skulu verða heilt roykfríar."

Les eisini: Fólkaheilsuráðið um metlága royking: "Tað letur til, at kvinnur eru meira móttakiligar fyri okkara boðskapi"

Hóast føroyingar nú roykja minni, ímeðan danir roykja meira, er royking sum heild minkað. Einaferð vóru fólk umgird av royki, uttan mun til, um tey sjálvi royktu. Men orsakað av nógvari lóggávu á økinum, er sigarettroykurin seyraður út úr flogførum, matstovum og barnagørðum.

Trýst her fyri at síggja filmin, ið vísir fimm heilt óhugsandi støð, har tað fyrr var loyvt at roykja.

[object Object]
cancer.dk

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður