Kjak

Rottufríu Føroyar

Rotturnar nørast skjótt

Rotturnar nørast skjótt

2019-11-15 09:35 Author image
Bergur Olsen

Nú arbeitt verður dag og nátt upp á tunnilin til Sandoynna, nærkast vit skjótt størstu vanlukkuni í føroysku náttúruni, síðani rottan kom i Norðoyggjar fyri gott 100 árum síðani. Tá ið tunnilin verður opnaður, verður ferðslan til Sandoynna so stór, at tað verður ógjørligt at hava eftirlit við, at rottur ikki koma í oynna. Tað er tí neyðugt, at rotturnar í bygdum øki um alt landið verða týndar, áðrenn tunnilin verður opnaður. Vónandi tekur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, undir við hesum.


Hetta ber væl til

Hetta er besti háttur fyri at tryggja, at vit ikki fáa rottur í Sandoynna, og tað er ikki ein ógjørlig uppgáva, tí í nýggju kunngerðini um týning av rottu, sum kom í gyldi í 2018, eru allar fyritreytir til at týna rottuna í bygdum øki. Øll hava skyldu at siga frá, um tey síggja eina rottu, og hvør býur og hvør bygd hevur aktingarfólk at taka sær av rottunum, og Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin verður fylgd, so um øll gera sína skyldu, ber tað væl til. Tað einasta, sum manglar í kunngerðini, er, at gera eina endamálslýsing, sum sigur, at øll bygd øki skulu vera rottufrí, innan tunnilin til Sandoynna verður opnaður fyri ferðslu.


Rotturnar koma ikki til gongu

Størsti vandin fyri, at rottur koma ígjøgnum tunnilin til Sandoynna, er ikki, at tær koma til gongu, men at tær koma við tí stóru ferðsluni, sum verður úr øllum landinum. Mett verður, at einir 200 bilar fara at koma til Sandoynna hvønn dag. Hendan ferðslan kemur úr teimum bygdu økjunum, og tí eiga vit í fyrsta umfari at týna rotturnar í bygdum økjum um alt landið. Hetta fer at bjarga Sandoynni og øllum hinum rottufríu oyggjunum frá rottuni.


Rotturnar fara í bjørgini

Av ringum royndum vita vit, at tá ið rottur koma í eina oyggj, so gongur ikki lang tíð til tær fara í bjørg og urðar, har tær liva av eggum og ungum hjá lunda, skrápi, drunnhvíta og øðrum fugli. Hetta er hent við øllum teimum størru oyggjunum í Føroyum, síðani fyrstu rotturnar komu í Suðuroynna í 1768. Sandoyggin er størsta oyggin, har rotturnar ikki eru komnar fyri seg enn, og tí hava vit framvegis bæði lunda, skráp og drunnhvíta í oynni.


Ongar rottur í haga og bjørgum í 2068

Ongar rottur í haga og bjørgum í 2068, tá 300 ár eru liðin síðani fyrstu rotturnar komu til Føroyar.

Í kunngerðini stendur, at kommunurnar eisini skulu hava ábyrgdina av at týna rottur í óbygdum øki og rinda útreiðslurnar. Hetta er eitt heilt órímiligt krav, sum ger, at ongin kommuna kann fylgja treytunum, sum nú er, og tí verður kunngerðin ikki tikin í álvara.


Má vera ein landsuppgáva

Um vit taka Vestmanna sum dømi, so hevur kommunan skyldu at týna rottur í øllum haganum og bjørgunum norður til Saksunar og rinda útreiðslurnar. Hetta ber als ikki til. Týningin av rottum í haganum og í bjørgunum má vera ein landsuppgáva, tí hon setur heilt onnur krøv enn at týna rotturnar í bygdum øki. Í bygdum øki eru stór framstig gjørd fyri at minka um møguleikan hjá rottum at búleikast og nørast, og vit hava góðar royndir við, hvussu týning skal fara fram. Í bjørgum og øðrum óbygdum økjum hava vit harafturímóti onga skipaða mannagongd, og av tí at fólk sjáldan eru har, verður neyðugt at leita eftir rottunum fyri at týna tær. Tað verður tí neyðugt at gera umfatandi kanningar, áðrenn ein skipað týning kann fara fram. Tað má tí skiljast ímillum:

1) týning í bygdum øki, sum kommunurnar hava ábyrgdina av og  

2) týning í óbygdum øki, sum landið hevur ábyrgdina av.


Týnast fyrst í teimum bygdu økjunum

Fyrst má rottan týnast í teimum bygdu økjunum, tí hetta hevur skund, áðrenn Sandoyartunnilin opnar. Seinni kann verða arbeitt fram ímóti at týna rotturnar í haga og bjørgum, so allar Føroyar verða rottufríar í 2030, 2040 ella í seinasta lagi í 2068, tá ið 300 ár eru liðin, síðani fyrstu rotturnar komu til Føroyar. Hetta sær út sum ein ynskidreymur, men tað ber til, tí rottan er t.d. týnd í South Georgia Island, sum er tvær ferðir størri enn Føroyar, og í New Zealandi, sum er 200 ferðir størri enn Føroyar, hava tey sett sær fyri, at landið skal vera rottufrítt í 2050.


Ein av fáu møguleikunum at hjálpa sjófuglinum

Tá ið Føroyar verða rottufríar, fer tað eisini at bøta munandi um livikorini hjá fuglinum í øllum teimum oyggjunum, har rotturnar longu eru nú. Hetta er ein av teimum fáu møguleikunum, vit hava fyri at hjálpa sjófuglinum, sum hevur verið í minking í nógv ár orsakað av føðitroti, sum vit onki kunnu gera við. Harafturat sleppa vit undan teimum nógvu plágunum, sum rottur annars hava við sær.

Fyri 13 árum síðani skrivaði eg eina grein við heitinum “Sandoyartunnilin er ein hóttan ímóti fuglinum, tí tá koma rotturnar” (Frágreiðing frá Føroya Fuglafrøðifelag 2006 s. 24-25). Tunnilin er framvigis ein stór hóttan ímóti fuglinum, men um kunngerðin verður broytt og peningur játtaður til at kanna rotturnar í haganum og bjørgunum, kann Sandoyartunnilin, í staðin fyri at verða ein vanlukka fyri náttúruna, gerast byrjanin til, at Føroyar aftur verða rottufríar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður