Heimatíðindi

Rótabryggj í Reinsarínum

Eva úr Dímun við nýggja rótabrygginum Mai

Eva úr Dímun við nýggja rótabrygginum Mai

2019-11-22 08:46 Author image
Magnar Ennistíg

Hóskvøldið var forkunnug framløga av rótabryggi í Reinsarínum í Havn fyri almenninginum, og rættiliga nógv fólk var møtt upp.

Framløgan byrjaði við, at Jógvan Jón Petersen, bóndi, ynskti øllum vælkomnum. Síðani bleiv ein stuttfilmur vístur um hvussu framleiðslan av rótabrygginum hevur verið, og aftaná stuttfilmin greiddi Gutti Winther kokkur frá, hvat hann heldur kundi hóska væl saman við.

Stuttfilmurin byrjaði við, at Jógvan Jón Petersen forklárar soleiðis:

– Vit byrjaðu spakuliga við rótum, sum vit seldu í smáum mongdum. Vit seldu nakrar fáar runt í Føroyum, og vit sóu, at hetta var ein vinna, sum kundi hava nakað við sær, og hetta er eisini nakað sum vit tíma at fáast við.

– Vit bygdu síðani eitt sindur út og seldu síðani eitt sindur meira og dugdu betur at fáa kontakt við fólk.

Síðani greiðir Eva úr Dímun soleiðis frá í stuttfilminum:

– Í Føroyum eru ymiskar umstøður. Í Dímun eru tað serligar umstøður, tí tað er so geografiskt avskorið, og vit hava bara tyrluna sum flutningstól. Tað uppleggið, vit hava í garðinum í Dímun, hongur væl saman við fleiri ymiskum smáum framleiðslum. Tað veri seg seyðahald, neytakjøt, garvað skinn, grønmeti og nú tað at vit eisini bryggja. Tað hongur væl saman uppá tann mátan við smáum framleiðslum.

– Vit vunnu eina norðurlendska matvøruvirðisløn sum besti rávøruframleiðari fyri einari tíð síðani. Síðani blivu vit spurd, um hvat bleiv tað næsta vit fóru í holt við. Vit søgdu næstan í skemti, at tað bleiv ein jólacider, og síðani fór prátið víðari til, at vit endaðu við at gera hetta rótabryggið.

Aftan á stuttfilmin hevði Gutti Winther eina stutta røðu, har hann greiddi frá um hesa verkætlan, har hann hevur verið við til smakkiroyndir, og síðani blivu øll boðin at royna hetta rótabryggið og okkurt gott til matna, sum Gutti Winther hevði staðið fyri.

Dimmalætting spurdi hann, hvat hann hevði borðreitt við. Gutti Winther forkláraði soleiðis:

– Her eru trý boð uppá, hvat vit kunnu seta saman við hesum nýggja rótabrygginum. Hetta er ein veitsludagur, og tað skal vera eitt sindur festligt. Vit hava brúkt rávørunar úr Stóru Dímun og tær koma sjálvandi úr sama garði sum rótabryggið.

– Hesir tríggir rættirnir eru baseraðir uppá tann ræsta smakkin, nú vit eru í hesi ársins tíð. Tann fyrsti rætturin er ræst fiskamorl við tara, ið næstan kann líkjast einum ísi, sigur Gutti Winther skemtandi.

– Síðani hava vit gjørt meira siðbundið. Súpan við grønmeti úr Stóra Dímun við eplum, gularót og rótum. Síðani hava vit ristað breyð við múlaosti omanyvir. Hartil hava vit gjørt føroyskar taco við rótum úr Stóra Dímun við brasseraðum lambskjøti, ið hevur ein sera kraftigan smakk og síðan eitt coleslaw við ingifer og koriander. Omaná hetta hava vit so reyðleyk, chili og korianderbløð.

– Hetta er heilt sikkurt nakað sum eg haldi kundi hóskað væl saman við rótabrygginum, greiðir Gutti Winther frá.

[object Object]

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður