Rithøvundafelag Føroya hevur sett Ebbu virðisløn á stovn

Rithøvundafelag Føroya hevur sett Ebbu virðisløn á stovn

2017-11-28 14:11 Author image
Innsent

Á bókadøgum í Norðurlandahúsinum, 26 november 2017, kunngjørdi Vónbjørt Vang, forkvinna í Rithøvundafelag Føroya, at felagið hevur sett á stovnein Ebbu virðisløn.

Virðislønin ber navnið eftir rithøvundan Ebbu Hentze, sum livdi 25. sep.1929 til 20. mai 2015.

Sum kunnugt var Ebba Hentze ein fjølltáttaður og viðurkendur høvundur, sum skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Gjøgnum árini hevur Ebba Hentze umsett eitt ótal av bókum til danskt úr enskum, týskum og svenskum, men mest úr føroyskum. Hennara íðna virki við at umseta føroyskar bøkur hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Danmark og hinum norðurlondunum.

Umframt sítt víðfevndi virksemi sum rithøvundur og týðari legði Ebba stóran dent á at veita yngri høvundum ráð og vegleiðing. Tá ið hon skrivaði testamenti, hevði hon eisini rithøvundar og serliga teir yngru rithøvundarnar í huganum. Í testamentinum stendur soleiðis skrivað:

“Eftir mín deyð skal Listasavn Føroya arva málningar og onnur myndlistaverk, sum eftir meg eru. Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum.”

Við hesum í huga setti nevndin fyri Rithøvundafelag Føroya 26. november 2017 á stovn EBBU-virðislønina, við krónum 570.155,54 á konto.

Reglugerð
Árliga kann ein virðislønin á krónur 25.000 verða latin.

Tað er nevndin í Rithøvundafelag Føroya, ið ger av, hvør fær virðislønirnar. Nevndin hevur heimild at lata eina virðisløn árliga, men eisini onga at lata.

Um ein ungur rithøvundi er limir í Rithøvundafelagnum ella ikki, eigur ikki at ávirka avgerðina hjá nevndini. Tekstaslagið eigur ei heldur at ávirka. Tilnevnast kunnu ung fólk, ið skrivar yrkingar, stuttsøgur, sangtekstir, bloggar osfr. Formurin er ikki bundin men avgerandi er, at talan er skaldsligar tekstir við góðsku, samsvarandi hugsjónini hjá Ebbu Hentze.

Havandi í huga at grundarlagið er seinasta ynski hjá Ebbu Hentze, verður virðislønin handað 20. mai, sum er dagurin Ebba Hentze andaðist.

Fyrsta virðislønin verður handað 20. Mai 2018.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður