Heimatíðindi

Ritgerð: Fjarendurmenning kann nýtast til fólk við afasi

2020-07-10 18:56 Author image
Katrin Johannessen

Tilmæla fjarendurmenning
Bjarta Hergeirsdóttir og Jutta Nielsen lesa Audiologopædi á Københavns Universitet og í juni í ár lótu tær bachelorritgerð inn um møguleikar fyri fjarendurmenning hjá fólkum við afasi í Føroyum. Ritgerðin lýsir millum annað tørvin og verandi tilboðini fyri fólk við afasi, og kannar um hesi eru nøktandi, sambært heimsfevnandi tilmælum innan økið. Eisini kanna tær, um fjarendurmenning hevði verið ein gongd leið innan taluvenjing í Føroyum. Tær fingu 12 fyri ritgerðina. 

- Vit høvdu varhugan av, at umstøðurnar hjá afasiraktum persónum í Føroyum ikki vóru nøktandi. Hetta grundað á frágreiðingar frá afasiraktum persónum og teirra avvarandi. Vit valdu tí at skriva um afasiøki í Føroyum, soleiðis at hetta kundi nýtast í okkara arbeiðslívi. 

Vit mettu, at fjarendurmenning var eitt gott alternativ til vanliga taluundirvísing. Harumframt verður fjarendurmenning brúkt í størri mun í dag kring heimin, siga Bjarta Hergeirsdóttir og Jutta Nielsen

Tær tilmæla í ritgerðini at seta fjarendurmenning í samband við taluvenjing í verk. Hetta millum annað fyri at minka um tíðina, sum krevst at ferðast fyri at fáa venjing. Tað kundi verið við at havt eina teldu á røktarheimum kring landið, har fleiri longu ganga til fysioterapi. Ella kundu kommunurnar havt høli við tøkum teldum til venjingina. Almannaverkið kundi stuðla peningaliga, so fólk millum 18-67 eisini kundu nýtt tilboðið. 

Endurmenningartilboð vanta
Tær vísa í ritgerðinini á, at har ikki finnast nógv tøl fyri umstøðunum hjá afasi raktum persónum í Føroyum. Tey mest nágreiniligu tølini finnast í “KANNING AV VIÐURSKIFTUM HJÁ APOPLEKSIRAKTUM Í FØROYUM” av Dennis Holm frá 2003. Tey tølini vísa ein týðiligan tørv og at tilboðini í Føroyum ikki eru nøktandi. Tó eru tølini ikki dagførd.

- Tað var sera trupult at finna tilfar um afasiøki í Føroyum. Vit spurdu nær og fjar um vitan um øki. Vit hava tí fingið tilfar ymsastaðni frá og stykkja tað saman til eina heild. 

-Vit hava brúkt kanningina hjá Dennis Holm frá 2003 nógv, og er tað av alstórum týdningi at fáa nýggjari og líknandi tøl fyri afasiøki. Hetta fyri at kanna hvussu stórur tørvurin á økinum er í dag. Harumframt mangla upplýsingar um, hvat afasiraktir persónar hava rætt til viðvíkjandi stuðli frá almannaverkinum, siga tær.

Hendan trupulleikan kennir Maria Samson Christiansen, forkvinna í Heilafelagnum aftur. 

-Tað er øgiliga ringt at fáa svar uppá hvør hevur ábyrgdina og hvør tekur uppgávuna. Vit hava sett ein arbeiðsbólk í Heilafelagnum til at taka sær av afasi spurninginum. At kanna hvat tørvurin er og kanna hvør hevur heimildina. Arbeiðsbólkurin er ikki komin so langt enn, men vit hava sett okkum í samband við Almannaverkið, Heilsuverkið og Kommunufelagið, sigur Maria Samson Christiansen

Grundað á tey tølini, sum hóast alt eru í verandi stund og sendingar hjá Kringvarpinum, koma Bjarta Hergeirsdóttir og Jutta Nielsen í teirra ritgerð tó til niðurstøðuna, at tørvurin fyri taluvenjing hjá fólkum við afasi í Føroyum ikki verður nøktaður sambært teimum heimsfevnandi tilmælunum.

-Tað tykist sum, at endurmenningartilboð og fígging til hetta vantar á afasiøkinum. Í løtuni er bert ein taliráðgevi, sum arbeiðir við afasiraktum persónum í Føroyum og er hetta ov lítið í mun til tørvin. 

- Afasi hevur við sær samskiftistrupulleikar, og rakar tað tí menniskju sera meint. Tað er tí av stórum týdningi, at okkurt hendir skjótt, soleiðis at endurmenningartilboðini verða fleiri í tali og at møgulig alternativ verða nýtt, eitt nú fjarendurmenning. Afasiraktir persónar hava altíð gagn av endurvenjing, siga Bjarta Hergeirsdóttir og Jutta Nielsen

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður