Heimatíðindi

Risin dottin í havið

2019-04-01 08:34 Author image
Jørleif Róvá

Tað var ein syrgilig sjón, ið møtti tjørnuvíkingum í lýsingini í morgun, tá teir hugdu út í havsbrúnna. Risin, sum í øldir hevur staðið saman við Kellingini undir Eiðiskolli, er ikki til meir.

Nógva brimið, sum hevur verið norðanfyri seinastu dagarnar, hevur eftir øllum at døma verið ov nógv fyri Risan, sum er dottin í havið. Eftir stendur Kellingin einsamøll.

Á Eiði hoyrdu fólk buldrið, tá Risin rapaði um trý-tíðina í nátt 1. apríl.

– Hetta er sera spell. Tað kennist løgið at vita, at Risin ikki er til longur, sigur Jørundur Norðurgarð av Eiði.

Eisini í Tjørnuvík harmast tey.

– Vit hava verið góð við Risan og Kellingina, men nú mugu vit venja okkum við, at tað bara er Kellingin, sum stendur eftir, sigur 83 ára gamla Jacobina í Stovu, sum hevur búð í Tjørnuvík alt lívið og sostatt kann sigast at vera uppvaksin við Risanum og Kellingini.

Roknað verður við, at ein grótlind niðarlaga á Risanum hevur verið serliga veik, og at brimið hevur máað undan dranginum, uttan at nakar hevur verið varugur við tað. Í nátt fekk hann so mønustingin.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður