Tað er trupult at friða trø

2016-06-07 11:45 Author image
Dimma

- Einstøk trø eru ikki friðað, og tað krevur nokk so nógv at friða eitt træ. Soleiðis sigur Ronnie Thomasen, deildarleiðari á Matrikul í Umhvørvisstovuni við dimma.fo

Nógv fólk eru hørm um, at serliga tað eina træið í Steinatúni varð felt í gjár, tí farið er undir at gera bussterminal í økinum. Býararkitekturin Birita Wardum sigur við in.fo, at har vera onnur trø gróðursett á staðnum. Gomlu trøini máttu lúta, tí tey stóðu í vegin. Tað eina træið var kortini rotið innan, og tí hevði tað helst dottið niður fyrr ella seinni kortini.

Trø eru ikki vanlig í Føroyum, og tí hava fleiri havt á munni, eftir at kempan í Steinatúni fall í gjár, at tað átti at borið til at friða einstøk trø, sum hava serligt virði. Í Havn eru nøkur stór trø eftir í býnum, sum tað hevði verið synd at felt. Men tað er ikki bara sum at siga tað at friða gomlu stórtrøini í Havn.

- Tað er møguligt at friða trø, sigur Ronnie Thomasen, men tá er tað við skógarfriðing, sum vanliga er gjørd við viðarlundir. Lógin fyri viðarlundir er frá 1952, og tá skal ein skógarfriðing lýsast sum aðrar friðingar.

Verri er við støkum trøum, sum standa fyri seg. Tá skal tað gerast sum ein punktfriðing, og tað er eingin slík fyri trø, Ronnie Thomasen kunnugt. Dømi um eina punktfriðing er Skipara Hansens steinur, sum stendur við Høllina á Hálsi, har tað nú verður bygt út.

Træið, sum stóð í Steinatúni, kundi ikki verið friðað kortini, tí tað stendur í einum vegaøki. Um eitt einstakt træ skal friðast skal tað gerast við eini servitutt á ognini, og tann, sum eigur ognina, skal gera tað sjálvboði ella við samráðing við kommununa.

Dømi um eina slíka friðing er Boysensgarður í Havn.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður