Mentan

Ríkisfelagsskapurin: 10 milliónir til heimildarfilmar

Tilvildarlig mynd: Markus Trienke/Visualhunt

Tilvildarlig mynd: Markus Trienke/Visualhunt

2019-05-03 12:43 Author image
Leif Láadal

Nýggja skipanin Norddok bjóðar nú fólki at søkja um stuðul til menning og framleiðslu av kunningarfilmum ella sjónvarpssendingum, sum skulu geva hyggjarum størri innlit í tað, sum hendir í ríkisfelagsskapinum

Á ríkisfundinum, sum var í Grønlandi í ár, bleiv avrátt at seta almennan pening av komandi árini til størri kunning um ríkisfelagsskapin. Fyrsta ítøkiliga ætlan er longu sett í verk. Talan er um ein grunn, sum hevur fingið heitið Norddok. Í ár eru heilar 10 milliónir krónur settar av. Hesin peningur skal helst røkka til menningarstuðul til einar 4-8 filmsverkætlanir, sum síðani kunnu søkja um meira pening til sjálva framleiðsluna. Mett verður, at einar 2-4 ætlanir kunnu fáa bæði stuðul til menning og framleiðslu í ár. Talan er um stuðul til bæði filmsframleiðslu og framleiðslu av sjónvarpssendingum. Sum navnið á grunninum – Norddok – ber boð um, er tað eitt krav, at framleiðslurnar eru ein dokumentarur, ella heimildarfilmur/sendingar.


Danmark betalir

Peningurin kemur úr Danmark. Átta milliónir eru settar av á donsku fíggjarlógini, meðan tvær milliónir koma úr donsku lisens-puljuni. Miðað verður eftir, at allar 10 milliónirnar verða útlutaðar í ár.

Bæði almennir stovnar og sjálvstøðugar framleiðslueindir kunnu søkja um stuðul. Øll í Grønlandi, Føroyum og Danmark kunnu søkja, men er talan um eitt danskt felag, so skal antin eitt grønlendskt ella føroyskt felag vera við í donsku verkætlanini.

Ein nevnd við fimm limum – tveimum úr Grønlandi, tveimum úr Føroyum og einum úr Danmark – skal taka støðu til umsóknirnar.

Umsóknarfreist til menningarstuðul er 1. juni, og tey feløg, sum fáa hendan stuðul (fráboðan um stuðul verður kunngjørd 31. juni) kunnu so søkja um framleiðslustuðul. Hendan freist er 1. november.

Det Danske Filmsinstitut – dfi.dk – umsitur skipanina.

 

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður