Heimatíðindi

Regatta í Hósvík avlýst

Jens Kr. Vang (foto)

Jens Kr. Vang (foto)

2020-08-06 10:33 Author image
Katrin Johannessen

Hósvíkar Róðrarfelag hevur avgjørt at avlýsa teirra Regatta, sum annars skuldi vera 14. august, sambært forkvinnuni Evu Vilhelm. Hetta tóku tey støðu til í gjár, tá tølini, ið vístu eina hækking á koronasmittaðum, komu út.

-Tað er øgiliga keðiligt, men har er ikki annað at gera. Tað ber ikki til at hava tiltakið, sigur Eva Vilhelm.

Nú eru tey í holt við at seta seg í samband við fólk, sum skuldi vera við til at halda tiltakið, so sum tónleikarar, tey, ið skuldu gera mat, stuðlar og onnur. 

Ætlanin er at siga frá meir, eftir at nýggju smittutølini koma út í dag.

Ársins Regatta er avlýst, men tey ætla enn at hava Regatta komandi ár. 

-Vit koma sterkt aftur komandi ár, sigur Eva Vilhelm 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður