Heimatíðindi

Realurin misti 63 milliónir krónur upp á Skansa Offshore

Savnsmynd: Skansi Offshore

Savnsmynd: Skansi Offshore

2018-04-16 10:57 Author image
Georg L. Petersen

Frálandavinnan hevur verið í síni djúpastu kreppu, og í Føroyum hevur tað serliga gingið út yvir Skansa Offshore. Felagið megnaði at koma úr 2017 við einum yvirskoti, men tað kravdi eina skuldarsanering upp á omanfyri tveyhundrað milliónir krónur – og tað sveið millum annað hjá Realinum

“Ársúrslitið hjá samtakinum áðrenn minnilutapartar gjørdist eitt yvirskot upp á 68 milliónir krónur.”

Soleiðis ljóðaði fyrsti setningur í einum tíðindaskrivi frá Skansa Offshore um ársroknskapin fyri 2017. Í setninginum aftan á stóð, at úrslitið var ávirkað av avskrivingum av skipsvirðinum upp á 211 milliónir krónur og fíggjarliga inntøkur upp á 252 milliónir krónur – hesar fíggjarligu inntøkur eru millum annað ein skuldarsanering upp á 214 milliónir krónur, sum lánveitarar hava staðfest sum tap.

Ein av teimum, sum mistu nógv, var føroyski Realurin, sum er ein av stóru lánveitarunum til Skansa Offshore.

Skansi Offshore fyllir so mikið nógv hjá Realinum, at hann er ein av trimum lánveitarunum hjá stovninum, sum umboða 10 prosent av samlaðu rentuinntøkunum. Tí sveið tað rættiliga nógv, tá stórar upphæddir máttu staðfestast sum tap, áðrenn Skansi Offshore aftur kundi fáa luft. Realurin mátti staðfesta eitt tap upp á 63 milliónir krónur.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður