Heimatíðindi

Rætta løtan at selja Posta

Rætta løtan at selja Posta

(Mynd: posta.fo)

2018-04-23 10:22 Author image
Ingi Samuelsen

Partafelagið Postverk Føroya hevur havt avlop í rakstrinum seinastu fimm árini síðan 2012. Stundin er tí tann rætta nú at selja, um almenna posttænastan skal einskiljast. Ein onnur orsøk er, at virksemið hjá felagnum er flutt frá at flyta brøv til at flyta pakkar, og her er Posta í kapping við fleiri onnur flutningsfeløg. Hildið verður ikki, at tað er rætt at hava eitt alment partafelag á hesum marknaðinum. 

Hetta framgongur í frágreiðingini, sum er gjørd í sambandi við at lógaruppskotið um at einskilja Posta nú er lagt út til hoyringar. 

Les eisini: Poul Michelsen ætlar at einskilja Posta

Í frágreiðingini verður greinað, at virkseminum í Posta er minkað munandi síðan Posta var skipað sum alment partafelag við navninum Pf Postverk Føroya í 2005. Eftir eitt avlop fyrsta roknskaparárið, hevði felagið hall í rakstrinum fimm ár á rað frá 2007 til 2011.

Men nú er gongdin vend, samstundis sum fyritøkan er lagað til virksemið. Sostatt var starvsfólkahópurin lækkaður úr 225 ársverkum í 2006 niður til 115 sambært fyribils roknskapinum fyri 2017. 

Umfatandi íløgur
Í frágreiðingini verður millum annað greitt frá teimum umfatandi íløgunum, sum eru gjørdar til tess at menna felagið til at ’vera best til tað virksemi, sum Postverk Føroya hevur’. Talan er eitt nú um sjálvgreiðslur kring landið, har viðskiftafólk kunnu avgreiða øll síni vikurskifti, eina sporingsskipan, so viðskiftafólk kunnu fylgja við, hvar vøra teirra er, ein brævaflokkari (sorteringsskipan) á høvuðsdeildini í Havn og ein dagføring av høvuðssætinum á Óðinshædd í Havn.

Tað er ein sannroynd at virksemi hjá Posta er broytt munandi hesi seinastu árini. Flutningurin av brøvum var høvuðsvirksemið fyri tíggju árum síðan, men hetta virksemið gongur støðugt afturá, vísa tølini. Hinvegin er talið av pakkaflutningi vaksið ógvusliga frá at vera seks prosent av samlaða virkseminum í 2006 til at vera 26 prosent í 2016 og væntandi um 50 prosent í 2020. 

Vit keypa á netinum
Hetta tí at føroyingar keypa nógv meira í nethandlum, enn vit hava gjørt fyrr. Soleiðis stendur at lesa í frágreiðingini frá vinnumálaráðnum:

”Handilsmynstrið broytist við tað, at tú kanst fáa vøru til dyrnar, uttan mun til hvar í landinum tað er. Hetta kann verða smáplássunum og útjaðaranum at gagni. Hetta kann eisini gera tað lønsamari at røkja post og álagdar skyldur úti á smáplássunum, og har tað ikki er tættbygt. Fatanin hjá Posta er, at tað “eigur” at loysa seg at menna nethandil og aðrar tænastur, soleiðis at tað skal vera eins gott og lagaligt at búgva uttanfyri miðstaðarøkini sum í miðstaðarøkjunum. Menning, miðsavnan og effektivisering kann tí gagna útjaðaranum eins væl og miðstaðarøkinum, og er hervið við til at menna trivnað og kappingarføri í “øllum” landinum”.

Á hesum marknaðinum, sum er flutningur av brævapakkum, er Posta í kapping við aðrar flutningsfyritøkur. Tað er avsendarin, sum ger av hvat flutningsfelag verður brúkt at flyta vøruna við.

Post er sjálvt umboð fyri altjóða fyritøkuna DHL Express. Hinir á marknaðinum eru TNT, umboðað av Smyril Line, GLS umboðað av Eimskip gjøgnum Faroe Express, UPS, umboðað av EUR Express og FedEx, umboðað av Norlink.

Innan flutning annars, er Posta í kapping við Eimskip, gjøgnum dótturfelagið Faroe Ship, Samskip, herundir Safari Transport, og Smyril Line. 

Ikki skilagott at alment felag kappast
Frágreiðingin staðfestir, at farmaflutningur verður nógv tann størsti parturin hjá Posta í framtíðini, og herí skal eisini síggjast orsøkin til, at felagið nú verður einskilt:

”Virksemið í frakt og í fríari kapping hjá P/F Postverk Føroya er vaksandi. Tí er tað neyvan skilagott, at felagið, sum alment partafelag, ið virkar í kapping við onnur feløg, verður verandi ogn hjá landinum. Tí verður tað í staðin selt privatum”, stendur at lesa í frágreiðingini.

Landið setti í síni tíð 43 milliónir krónur í felagið sum partapening. Harafturat lat landskassin eitt rentu- og avdráttarfrítt lán upp á 29,2 milliónir krónur. Við ársenda 2017 verður mett, at innara virðið (eginognin) hjá felagnum er 35,3 milliónir krónur umframt tær 29,2, tilsamans 64,5 milliónir krónur.

Men um bygningurin á Óðinshædd verður seldur til eitt ognarfelag, sum ætlanin eftir øllum at døma er, gerst vinningurin fyri landskassan munandi hægri:

”Møguleiki er fyri at selja bygningin á Óðinshædd áðrenn eina sølu. Hetta hevði so verið sum eitt “sale and lease back” fyri Posta. Bygningurin er fyri kortum settur í stand og væntast at hava eitt virði omanfyri 100 mkr. Ein søla væntast tí at geva ein vinning í mun til bókað virði”, stendur í frágreiðingini.

Pf. Postverk Føroya hevur ongantíð útlutað vinningsbýtið til eigaran síðani stovnanina í 2005.

Les frágreiðingina hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum her

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður