Heimatíðindi

Rannvá mitt í verðini í fjarskotnað og kalda býnum

Rannvá Magnadóttir (egin mynd)

Rannvá Magnadóttir (egin mynd)

2020-04-01 17:21 Author image
Anna Poulsen

Daglanga ferðin er liðug. Komin úr flogfarinum fær Rannvá ein upp á kjaftin. Ella soleiðis kennist tað í øllum førum. Tað er bítandi kalt. Ein stór kavadýna liggur oman á landslagnum, sum er fullkomiliga fryst. Eyguni gerast turr, og tað frystir í nøsini. 22 ára gamla Rannvá Magnadóttir er lend í Kangerlussuaq í Grønlandi. Hon kvikar sær víðari. Fyrst og fremst tí kuldin er ótolandi, men eisini tí hon skal náa næsta flogfarið. Hon skal til Ilullisat fyri síðani at sleppa víðari til Qaarsut. 

- Tá eg kom á gistingarhúsið í Ilullissat, lat eg meg í ein heitan jakka, fjallaskógvar, eina heita troyggju og húgvu og fór út at ganga mær ein túr. Tað kendist sera skjótt kalt um beinini, tí eg var ikki í kavabuksum, og endin varð, at eg mátti renna heim, tí kuldin prikaði so í beinunum. Tá eg kom aftur á gistingarhúsið, føldi eg ikki beinini hjá mær, og fingrarnir vóru frystir. Ein maður kom at hjálpa mær við at lata dyrnar upp, tí tað var so kalt. 

Úr Quaarsut skal Rannvá til Uumannaq við tyrlu. Avbyrgdi og ókendi býurin, sum skal vera nýggja heimið hjá henni. Tað er alt annað enn ómakaleyst at sleppa til lítla býin, sum liggur á eini oyggj á stødd við Nólsoynna. Fýra flogferðir og ein tyrluferð skulu til, fyri at koma hagar úr Føroyum. Eisini er neyðugt at liggja nátt í bæði Keypmannahavn og Ilullisat, tí flogsambandið er ikki regluligt. 

 

- Ævintýrahugurin og útlongsulin drógu meg til Grønlands

Hjá Rannvá er líkt til, at ævintýrahugurin ongantíð sløknar. Hóast hon hevði fingist við nógv ymiskt og skapandi í Føroyum, var hon svong eftir fleiri upplivingum. Svong eftir verðini, samstundis sum útlongsulin var stórur. Rannvá arbeiddi á Varðanum Pelagic, og tá sesongin nærkaðist endanum, valdi Rannvá at ringja til føroysku Ann Andreassen, leiðara á Barnaheiminum í Uumannaq. Ann Andreassen er ættað úr Klaksvík og hevur starvast á Barnaheiminum í Grønlandi í 35 ár. 

- Eg lurtaði við stórum áhuga, tá Ann Andreassen var gestur í útvarpssendingini Credo og segði frá arbeiðinum á Barnaheiminum. Tað kveikti veruliga mín áhuga at stimbra og hjálpa børnum og ungum til at velja betri vanar og lív. Tað gjørdi heldur ikki mín áhuga minni, tá eg fekk høvið at hitta Ann og nøkur av børnunum frá Barnaheiminum á Summarfestivalinum 2018, tá tey vitjaðu í Føroyum.

Ann og Rannvá avtalaðu, at Rannvá skuldi koma til Grønlands at arbeiða í nakrar mánaðir. 

Í kalda umhvørvinum skal Rannvá vera við at geva børnunum á barnaheiminum ein stimbrandi, mennandi og tryggan gerandisdag, sum skal styrkja teirra heilsu og sjálvsvirði. Eingin gerandisdagur er eins. Á Barnaheiminum leggja tey stóran dent á mentan og tónleik. Øll børinini fáa eitt nú undirvísing í tónleiki hvønn dag. Fleiri teirra hava eisini ferðast til ymisk lond, har tey hava spælt konsertir.

- Grønlendarar eru sera blíð fólk. Tey vita nógv, eru fyrikomandi, hjálpsom, skapandi og sosial. Teimum dámar sera væl at koma út ímillum fólk til dansemiq og kaffemiq og eru góð við hvønn annan. 

Á Barnaheiminum leggja tey sera stóran dent á at seta saman nútíðarsamfelagið og gamlar grønlendskar siðvenjur og grønlendsk virði. Hetta hevur fyri eygað at geva børnunum og teimum ungu ein samleika og eina vitan um teirra mentan og bakgrund sum grønlendarar og inuittar. Men samstundis skulu tey læra, hvussu tann siðbundna mentanin kann skipast í ein nútímans gernandisdag. 

 

Eingin kloakkskipan og ikki heilt vandaleysir hundar

Rannvá Magnadóttir er djóravinur. Heima í Føroyum hevur hon hund, sum nú verður ansaður av ommuni og abbanum í Fámjin. Tó nýtist henni ikki vera hund fyri uttan í Grønlandi, tí á lítlu oynni Uumannaq eru helst eini túsund hundar.

- Eg gjørdist bilsin at síggja, hvussu nógvir hundar eru her í Uummannaq. Teir eru ikki sum hundarnir heima í Føroyum. Teir standa bundnir runt í býnum í ketu og eru ikki heilt vandaleysir. Teir verða brúktir sum arbeiðisdjór, sum sleðuhundar tá grønlendarar fara at  veiða ísbjarnir og kóp. 

Tá tað er fullmáni er næstan ógjørligt at sova, tí at hundarnir ýla akkurát sum úlvar alla náttina ímóti mánanum. 

- Sleppur ein hundur leysur, kann hann verða sera vandamikil. Her fyri slapp ein hundur leysur og drap aðrar hundar, ið stóðu í bandi, so tað er eingin náði, og má ein ansa sær, um hundar sleppa leysir. 

Á lítlu oynni býr Rannvá á gamla og fjálga prestagarðinum. Men hon skal venja seg við viðurskifti, sum fólk flest taka fyri givið heima í Føroyum. Eingin kloakkskipan er so norðarlaga í Grønlandi, og tískil minnir tað mest um, hvussu tað var í Føroyum í gomlum døgum. Tey nýta plastkummur við einum posa í. Tá posin fyllist, verður hann borin útum og koyrdur í ein reyðan trækassa, sum øll húsarhald hava uttan fyri úthurðina. Síðani koma komumenninir at tøma kassan eina ferð um vikuna, og so leggja teir nýggjar posar í. 

Spurd, um Rannvá eisini ætlar sær tað, svarar hon avgjørd: 

- Eg komi ikki heim! Uummannaq og Norðurgrønland er allarhelst eitt tað tryggasta staðið í heiminum í løtuni. Vit eru so avbyrgd frá øllum sum tilber, og tað kennist gott. Harafturat er tað ikki bara sum at siga tað at koma heim til Føroya. Heimferðin krevur fýra flogfør og eina tyrlu. Onkursvegna kennist tað eisini gott, at her er so avbyrgt. 

 

Les eina longri frásøgn um lív Rannváar og virksemi hennara í Grønlandi í Dimmu fríggjadagin 03.04.20.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður