Uttanlands

Rakettir verða bannaðar í Svøríki í 2019

2018-12-27 13:44 Author image
Georg L. Petersen

Seinastu árini eru treytirnar støðugt herdar í sambandi við fýrverk í Svøríki, og komandi ár skulu fólk hava loyvi frá komununi at skjóta rakettir – og onkur byggimarknaður er heilt steðgaður at selja longu í ár

- Vit fara at krevja eina váttan frá kommuni frá øllum, sum ætla at keypa rakettir komandi ár, sigur Mikael Ekberg frá svenska myndugleikanum fyri trygd og tilbúgving, sambært svenska Aftonbladet.

Tí er alt sum bendir á, at 2018 er seinasta árið, at svenskarar sleppa at skjóta rakettir á nýggjárinum. Men hetta er ikki fyrstu ferð seinastu árini, at treytirnar til fýrverk eru herdar. Longu í 2002 kom eitt forboð móti ymiskum sløgum av fýrverksbumbum og í 2014 varð eisini forboð sett móti størri rakettum.

Endamálið er at minka um skaðatilburðirnar av fýrverki.

Fleiri handlar, sum selja fýrverk í Svøríki, eru skipaðir í ett felag, sum tekur væl móti nýggju avmarkingunum, og hava avgjørt at steðga allari sølu av rakettum longu í ár. Men tað finnast onnur sum selja, og tað ber eisini til at bíleggja á netinum – og tí handlinum ber illa til at steðga, hóast hann er ólógligur.

Tað eru eisini handlar, sum vanliga selja nógv fýrverk, sum heilt steðga við søluni. Ein teirra er stóra handilsketan NP Nilsson, sum vanliga selur byggitilfar. Grundgevingin er, at fyritøkan vil verja umhvørvið, djórini og minka um fýrverksskaðarnar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður