Kjak

Rættarmálið, sum fer at avgera framtíðina hjá spanska fólkaræðinum

Týsdagin 12. februar byrjaði rættarmálið móti 12 katalanskum politikarum, sum eru ákærdir fyri at hava verið við í ólógligu fólkaatkvøðuni í 2017. Meir enn 500 vitni eru innkallaði, teirra millum eisini fyrrverandi spanski forsætisráðharrin Mariano Rajoy og aðrir fyrrverandi spanskir stjórnarlimir. Á myndini síggjast frá vinstru fyrrverandi katalanski arbeiðsmálaráðharrin Dolor Bassa, fyrrverandi katalanska tingforkvinnan Carme Forcadell, og forsetin í Òmnium Cultural, Jordi Cuixart (Mynd: EPA-EFE/Emiliano Naranjo)

Týsdagin 12. februar byrjaði rættarmálið móti 12 katalanskum politikarum, sum eru ákærdir fyri at hava verið við í ólógligu fólkaatkvøðuni í 2017. Meir enn 500 vitni eru innkallaði, teirra millum eisini fyrrverandi spanski forsætisráðharrin Mariano Rajoy og aðrir fyrrverandi spanskir stjórnarlimir. Á myndini síggjast frá vinstru fyrrverandi katalanski arbeiðsmálaráðharrin Dolor Bassa, fyrrverandi katalanska tingforkvinnan Carme Forcadell, og forsetin í Òmnium Cultural, Jordi Cuixart (Mynd: EPA-EFE/Emiliano Naranjo)

2019-02-15 10:56 Author image
Jordi Cuixart, leiðari av Òmnium Cultural

Í Spania er rættarmál byrjað, sum fer at avgera framtíðina hjá fólkaræðinum. Tann 12. februar kom eg fyri Hægsta Rætt í Madrid, har navn mítt varð lisið upp saman við nøvnunum á hinum ákærdu, men tað verður spanska fólkaræðið sjálvt, sum situr á ákærubeinkinum. Ákæra varð reist ímóti mær og 11 øðrum, tí vit hava vart tey mest grundleggjandi mannarættindini: rætturin til at atkvøða fyri politisku framtíð okkara, rætturin til friðarligt mótmæli, og framsøgufrælsið. Óansæð hvat rættarmálið endar við, so verður vilji mín til at verja hesi rættindi framhaldandi eins sterkur og hann er nú.

Tann 16. oktober í 2017 vórðu eg og Jordi Sànchez, sum er forseti í katalanska tjóðartinginum, varðhaldsfongslaðir og tað eru vit enn tann dag í dag. Og hvør er okkara brotsgerð? Sum leiðarar fyri hvør sín bólk, Òmnium Cultural og katalanska tjóðartingið (ANC) stóðu vit á odda fyri friðarligum mótmælisgongum og heittu á borgarar um at fara á val. Meginreglan var alla tíðina, at hetta var friðarligt mótmæli.

Spanska løgvaldið hevur snarað og reingjað lógina fyri at fáa okkum dømdar, so tey kunnu nýta okkum sum ávaring til onnur. Henda harðrenda atferð, vilja teir vera við, er fyri at verja sponsku tjóðareindina. Hægsti Rættur gekk við til at stilla tveir fólkaleiðarar og 10 fyrrverandi parlaments- og stjórnarleiðarar fyri rættin ákærdar fyri at eggja til uppreistur og enntá ákærdir  fyri kriminella fyriskipan. Hetta, hóast hesar ákærur: uppreistur og kriminell fyriskipan, krevja, at harðskapur hevur verið nýttur, nakað sum einans spanska løgreglan framdi, tá katalanar fóru á val tann 1. oktober í 2017 at atkvøða fyri ella ímóti sjávsavgerðarrættinum.

Løgfrøðiligu svikini í hesum sera politiska rættarmáli hópa seg áhaldandi upp. Eg eri ikki politikari og havi ongantíð verið tað. Eg eri ein handilsmaður, sum eisini er á odda fyri einum av størstu non-profit felagsskapunum í Spania, og tá tey velja at seta meg fyri hægsta rættin í landinum, tá nokta tey mær møguleikan at kæra mín dóm, sum er ein rættur, ið allir borgarar í evropeiska samveldinum hava rætt til. Eg havi sitið fongslaður av órøttum í yvir eitt ár nú. Eg eri avskorin frá fyritøku míni, familju míni og mínum non-profit felagsskapi. Eg sleppi einans at síggja konu og barn mítt nakrar fáar tímar um mánaðin, og eg noyðist at síggja son mín vaksa upp ígjøgnum glasrútin í fongslinum.

Av øllum tí óregluseminum, sum vit hava verið fyri, so er tað ringasta nokk áhaldandi samstarvið ímillum Hægsta Rætt í Spania og politiska flokkin Vox, sum er ein útlendingahatandi, ultra-nationalistiskur flokkur ytst á høgravonginum. Hesin flokkur sleppur at ákæra okkum saman við spanska statsákæranum og ríkisákæranum. Vox verður stuðlað av m.ø. Marine le Pen og Steve Bannon, slíkum ideologum, sum vilja niðurlaga evropeiska samveldið og senda okkum øll aftur í 1930-ini. Kortini er tað so, at rættarfundir mangan fylgja boðunum frá hesum víðgongda flokki, onkuntíð niður til minsta bókstav, har ákæruritini hjá spanska statsákæranum og ríkisákæranum endurgeva heilar síður burtur úr ákæruritinum, sum Vox leggur fram.

Eg eri ikki einsamallur í at fordøma hetta løgfrøðiliga óreglusemið. Altjóða felagsskapir, teirra millum Amnesty International, heimsfelagsskapurin ímóti píning og Front Line Defenders, umframt ST-eygleiðari hava øll heitt á sponsku myndugleikarnar um at sleppa ákærum ímóti mær og enda varðhaldsfongslingina alt fyri eitt. ST-hákommiserurin fyri menniskjarættindi, Zeid Ra´ad al Hussein, heitti á partarnar um at loysa støðuna gjøgnum politiskar samrøður.

Orsakað av støðuni sum vit eru í, í hesi órættvísi politisku hevnisøkuni, og orsakað av míni trúgv upp á menniskjarættindi hjá øllum borgarum, so fari eg ikki undir hetta rættarmál sum ein, ið angrar, ei heldur fari eg at biðja rættin um náði. Eg fari at brúka rættarmálið sum ein hátalara, har eg kann fordøma hvørt einasta brot á menniskjarættindi, sum hesin illgitni politiseraði Hægsta Rættur í Spania fremur, og sum ein pall, ið skal nýtast til at verja allari framsøgu av fólkaræðisligum frælsi, sum er hótt í Spania í løtuni. Eg skal ákæra spanska statin.

Eg veit ikki, hvat rættarmálið endar við. Fer Spania veruliga at geva sínum egna fólkaræði deyðadómin? Kanska. Tó so, vónin livir so leingi sum fólkið í Evropa talar at og verjir menniskjarættindi. Um eitt krav hoyrist tvørturum Evropa um eina politiska loysn upp á verandi politiska trupulleikan millum Katalonia og Spania, heldur enn bert løgfrøðiliga hevnisøku, so vinnur spanska fólkaræðið.

Eg eri væl greiður yvir ábyrgdina, sum eg havi fingið upp í hendi. Í øllum Evropa ridla liberalu fólkaræðini, sum vit hava stríðst so hart fyri at varðveita, undan víðgongda høgravonginum. Hetta rættarmál er einans enn ein vígvøllur. Eg lovi tí, at óansæð hvussu ómenniskjansligar umstøðurnar verða, óansæð ta eyðmýking og byrðu, sum hetta rættarmál leggur á familju mína, so verið eg trúgvur ímóti míni sannføring. Eg veit, at eg ikki standi einsamallur. Og nú, meira enn nakrantíð áður, í einum globaliseraðum heimi, er tað eins umráðandi at verja fólkaræðið í Barcelona, sum tað er at verja tað í Moskva, Ankara ella Caracas.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður