Ráðstevna um gransking í Føroyum

Mynd: nlh.fo

Ráðstevna um gransking í Føroyum

2017-11-03 08:12 Author image
Leif Láadal

Hvat hendir innan gransking í Føroyum og hvat kunnu vit gera frameftir? Tað fer Fróðskaparfelag Føroyar at royna at lýsa fyri fólki á almennum ókeypis tiltaki, sum verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 16. november frá klokkan 9.

- Fyri at stuðla menningini av granskingarumhvørvinum, serliga í mun til samstarv og tvørfakliga gransking, bjóðar Fróðskaparfelag Føroyar til ráðstevna. Øll, sum arbeiða sum granskarar ella við gransking ella bert hevur áhuga í tí, eru væl komin. Endamálið er at geva ein pall at kunna hvønn annan um sína núverandi gransking, at greiða frá um sítt evni og læra um tað, sum onnur gera, sigur Fróðskaparfelag Føroyar, sum heldur, at hetta verður eitt høvi at menna ta síðuna av tí at vera granskari, sum snýr seg um at kunna um vísindi.

- Eitt endamál er at slóða fyri framtíðar samstarvi, har sum tað er gagnligt fyri granskingarúrtøkuna. Vit ynskja eisini at styrkja gransking sum starv og við tí stuðla uppundir, at gransking verður sæð sum eitt týðandi og virðismikið íkast til samfelagskervið og menningina av tí, sigur felagið.


Innbodnir fyrilestrahaldarar eru:

Lise Lotte Hansen, ph.d. lektari við Aarhus Universitet.

Reid Hole, dr., pro-rektor fyri gransking og menning við Nord Universitet.

Tilmelding: Fróðskaparfelag Føroyar, winny@setur.fo


Meira um tiltakið kann lesast HER

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður