Ráðstevna: Sexualitetur og kynsligur ágangur hjá fólki, sum bera brek

Mynd: Visualhunt.com

Ráðstevna: Sexualitetur og kynsligur ágangur hjá fólki, sum bera brek

2017-08-22 13:40 Author image
Leif Láadal

Tann 11. og 12. september verður norðurlendsk ráðstevna í Norðurlandahúsinum í Havn undir heitinum "Bryt Tabút!".

- Evnið á ráðstevnuni er kynsligur ágangur og sexualitetur hjá fólki, sum bera brek. Í fyrsta lagi er endamálið at staðfesta, at fólk, sum bera brek, eisini hava rætt til eitt kynslív. Í øðrum lagi staðfesta vit, at fólk, sum bera brek, kunnu vera í størri vanda fyri at vera fyri kynsligum ágangi, upplýsir Almannamálaráðið í skrivi sent miðlunum.

Ráðstevnan verður skipað sum eitt av átøkunum í Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið fekk handað í mars 2015.

- Tað er trupult at tosa um kynsligan ágang og annan harðskap. Uppaftur truplari vísir tað seg at vera, tá viðkomandi, sum er fyri ágangi, ber eitthvørt brek.Tí skipar Almannamálaráðið/Sig frá, saman við Nordisk Velfærdscenter, fyri norðurlendsku ráðstevnuni, sum skal varpa ljós á hesi viðurskifti, siga fyriskipararnir.

Um 20 fólk úr øllum norðurlondum hava framløgur og fyrilestrar um mong ymisk evni, sosum kynslív og brek, kynslív og persónligur stuðul, rættindi, skyldur og fyribyrging. Á ráðstevnuni verða eisini nýggir filmar og undirvísingartilfar lagt fram.

Ráðstevnan er í tveir dagar. Fyrra dagin er fokus serliga norðurlendskt, og seinna dagin serliga føroyskt.

Ráðstevnan er almenn og ókeypis, men tað er neyðugt at skráseta luttøku.


Lesið meira um ráðstevnuna HER

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður