Uttanlands

Provokerandi listamaður er fyrsta valevnið hjá Paludan

Nýggja valevnið Uwe Max Jensen (Mynd: Olav Fonager)

Nýggja valevnið Uwe Max Jensen (Mynd: Olav Fonager)

2019-04-29 18:57 Author image
Hergeir Staksberg

Talan er um kontroversiella listamannin Uwe Max Jensen, har provokatión er kjarnan í hansara list

Tað sær út til, at danir fara at uppliva eitt rættiliga øðrvísi valstríð til komandi fólktatingsval. Orsøkin er tann høgravendi anti-islamistiski flokkurin Stram Kurs, sum hevur tveir av mest kontroversiellu persónunum í Danmark í flokkinum. 

Paludan hevur annars verið rættiliga einsamallur í sínum valstríði, men nú hevur Paludan so fingið Max Uwe Jensen afturat sær. Og leitar mann eitt sindur á netinum, so finnur mann skjótt útav, at Uwe er á umleið sama støði sum Paludan, tá tað snýr seg um at provokera. 

- Mín góði vinur Uwe Max Jensen fer at stilla upp í Norðurjútlandi, og tað eri eg ótrúliga takksamur fyri, sigur Rasmus Paludan við Danmarks Radio.

Rasmus Paludan er útbúgvin advokatur, og tað var eisini hann, sum var advokatur hjá Uwe Max Jensen, tá Uwe fekk ein treytaðan dóm fyri harðskap móti einum starvsfólki hjá Kunsten í Ålborg.

-  Eg dugi at ímynda mær, at mítt valstríð ikki verður heilt tað sama, sum mann er vanur við, men sum útgangsstøði ætli eg mær at føra eitt meir ella minni traditionelt valstríð, sigur Uwe Max Jensen.

[object Object]

(Rasmus Paludan, floksformaður hjá Stram Kurs. Mynd: Stram Kurs)

Hjartamálini hjá Stram Kurs eru millum annað at banna islam og burturvísa øll, sum ikki eru úr vesturheiminum, men hetta er ikki nakað problem fyri nýggja valevnið.

- Eg taki fult undir við teimum yvirornaðu politisku málunum, sum flokkurin hevur sett sær fyri.  

- Eg vil fegin hjálpa Stram Kurs við at fáa sæti í Fólkatinginum. Nú er tað eydnast teimum at stilla upp, og eg haldi, at eg kann hjálpa flokkinum við valstríðinum, sigur Uwe Max Jensen

Uwe Max Jensen er ikki bangin fyri hóttanum og møguligum atfinningum, tí hann hevur valt at stilla upp fyri Stram Kurs. 

- Eg havi verið ein almennur persónur í 20 ár, so tað er ikki nakað, eg hugsi um, sigur Uwe Max Jensen, sum eisini er útbúgvin journalistur.

Les meir um Paludan og talufrælsið HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður