Heimatíðindi

Prísirnir á brenniolju lækkaðir

2020-07-15 09:55 Author image
Katrin Johannessen

Hagstovan kunngjørdi í dag hagtøl fyri brúkaraprísir fyri 2. ársfjóring í ár samanborið við sama ársfjóring í fjør. Samlaða brúkaraprístalið er lækkað 0,9% í mun til sama ársfjóring í fjør. Høvuðsorsøkin til lækkingina er lækkingin á prísunum á brenniolju til húsarhald, sum eru lækkaðir heili 31,2 prosent frá mai 2019 til mai 2020. 

Prísirnir á brenniolju til húsarhald eru eisini lækkaðir í ES og Danmark, men tó ikki í eins stóran mun sum í Føroyum. Lækkingin í ES er á 27,9 prosent og í Danmark 21,2 prosent vísa tølini hjá hagstovuni.

Hagstovan hevur millum annað eisini kunngjørt broytingar á brúkaraprístalinum býtt í 12 vøru- og tænastubólkar. Ein talva við yvirlitið yvir prís broytingunum í hesum 12 bólkunum vísir, at tað er øgiliga ymiskt um prísirnir eru hækkaðir ella lækkaðir innan tær ymsu vørurnar. 

Samanborið við sama ársfjóring í fjør eru prísirnir lækkaðir fyri bólkarnar býli (-5,9%), og samskifti (-4,9%). Størstu hækkingarnar eru fyri bólkarnar klædnavørur og fótbúnaður (3,3%), matur og drekka (1,6%) og ymiskar vørur og tænastur (6,4%).

Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður