Heimatíðindi

Prima føroysk sild til svenska miðsummarborðið

Prima føroysk sild til svenska miðsummarborðið

Ingvar Joensen (t.v.) og Johan Mortensen

2018-05-15 10:58 Author image
Ingi Samuelsen

Hásummarið nærkast, og serliga í Svøríki verður gjørt nógv burturúr miðsummarinum, jóansøkuni.

Tá savnast sviar til veitslu, dansa kring maistongina og eta eina góða máltíð við snapsi afturvið. Og tað er eitt krav, at sild av bestu góðsku, er at finna á borðinum.

Og tað verður føroysk sild frá Tavuni í Leirvík, sum rættiliga nógvir sviar fara at seta tenninar í á miðsummarsfagnaðinum í ár.

Í fjør fekk Tavan eina sildakvotu, sum varð brúkt til at leggja í kryddlaka í tunnum eftir serligari svenskari uppskrift.

- Vit fingu uppsjóvarskipini úr Gøtu at fiska kvotuna fyri okkum, og so høvdu vit møguleika at velja sild av bestu góðsku burturúr til okkara framleiðslu, greiðir Johan Mortensen frá. Hann er ráðgevi hjá Tavuni í hesi framleiðsluni.

Í hesum døgum er Johan Mortensen í Svøríki saman við stjóranum á Tavuni, Ingvar Joensen, fyri at fylgja við, hvussu víðariframleiðslan av teirra sild fer fram.

- Tað eru øgiligar nøgdir, sum skulu til bara fyri at nøkta tørvin bara í samband við jóansøkuheldið her í Svøríki. Mett verður, at 10 milliónir porsjónir av kryddsild verða seldar bara til hetta eina kvøldið, greiðir Johan Mortensen frá.

Og umboðini frá Tavuni kundu fegnast um, at teirra vøra varð væl móttikin. Sildin úr Føroyum verður mett at vera av allar bestu góðsku, og kann verða seld sum sokallað matjes-sild, har heilt serlig krøv verða sett til smakk, fastleika og dygd annars.

Eitt av endamálunum við Svøríkistúrinum hjá Ingvar Joensen og Johan Mortensen er eisini at gera nýggjar avtalur fyri komandi ár.

Kryddaðu sildafløkini frá Tavuni verða skorin í bitar og pakkað í størri og minni porsjónir á frabrikkum hjá keyparunum í Svøríki.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður