Uttanlands

Muslimsku leikararnir sleppa undan ramadan undir EM

2016-06-09 09:58 Author image
Dimma

Muslimsku leikararnir á franska landsliðnum fara ikki at halda føstuna, sum hoyrir til ramadan, ið hesa ferð fellur saman við EM í Fraklandi. Hetta skrivar franska L’Equipe sambært Ritzau.

Á franska landsliðnum eru leikararnir Paul Pogba, N'Golo Kanté og Bacary Sagna muslimar, og teir hava sambært franska blaðnum viðgjørt spurningin um Ramadan við leiðsluna á franska landsliðnum.

Eftir hesar samrøður hava fronsku leikararnir avgjørt at gevast at fasta, so leingi Frakland framvegis er við í kappingini.

Ramadan, sum er føstumánaður hjá muslimum, byrjaði seinasta mánadag og varar til 5. juli. Sambært Ramadan kunnu muslimar bert eta, tá ið tað ikki er ljóst.

Frakland spælir sín fyrsta dyst í annaðkvøld móti Rumenia.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður