Heimatíðindi

Poul Michelsen letur 500.000 krónur til Granskingarráðið

2020-04-06 15:18 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Granskingarráðið lýsir við upp til 2,53 mió. kr. í stuðli til granskingarverkætlanir í sambandi við COVID-19. Stuðulin kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum.

Í hesum sambandi hevur Poul Michelsen-samtakið játtað 500.000 krónur til Granskingarráðið, boðar fyritøkan frá á Facebook. 

Granskingarráðið hevur heitt á vinnufyritøkur um at lata fíggjarligan stuðul til Korona-tengdar granskingarverkætlanir.

- Vit meta at arbeiðið, sum Granskingarráðið bjóðar sær til at stjórna, er eitt týdningarmikið átak - bæði sum eitt skjótt verjuátak, men eisini sum eitt átak, sum kann finna eina meira varandi loysn í stríðnum móti Covid-19, skrivar samtakið. 

Poul Michelsen samtakið umboðar fyritøkurnar P/F Poul Michelsen, PM Pluss, veitsla.fo, (Atlas)PM-flutningur og Kjøtbúðin.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður