Heimatíðindi

Løgreglan úr at gera

2016-05-15 10:36 Author image
Dimma

Í Suðuroynni og í Eysturoynni høvdu ferðkanningar við sær, at sjey sakir vórðu skrásettar. Bilførarar fingu klipp í koyrikortið og ein fekk treytaða frádøming.

Tað var verri fyrr í morgun, tá ein bilur fór út av vegnum í Eysturoynni. Tað hendi klokkan 6.30 og førarin varð fluttur á sjúkrahúsið. Tað er eingin illgruni um rúsdrekkakoyring.

Veðrið í nátt var gott, og sera nógv fólk var í býnum, bæði norðanfyri og í Havn, og løgreglan fekk úr at gera tá dansi- og skeinkistøð lótu aftur. Serliga var nógv boð eftir løgregluni millum klokkan 4 og 5, tí fleiri bardagar vóru við at taka seg upp. Løgreglan fekk tó steðgað hesum áðrenn tað gjørdist ov ógvusligt – tó varð ein skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður