Pengamangul heldur ikki løgregluni aftur

2017-04-07 11:22 Author image
Sigmund Vang

Tøl, ið Dimmalætting hevur fingið innlit í, vísa, at fíggjarætlanin hjá føroysku løgregluni var 92,8 milliónir krónur í fjør. Hetta ger føroysku løgregluna til tað bíligasta politiøkið hjá donsku løgregluni, umframt Bornholm. Tað triðja bíligasta politiøkið er tað grønlendska, ið fekk 179,8 milliónir krónur í fjør.

Danska politiið hevur sum heild havt sera trongar fíggjarligar karmar seinastu árini. Hetta sigst at hava havt stóra ávirkan á arbeiðsmegina og ikki minst trivnaðan hjá løgreglumonnunum. Harðskapsmál og rúsevnismál verða ofta liggjandi á hillini.

Sambært føroysku løgregluni eru hesar avbjóðingarnar ikki líka álvarssamar í Føroyum. Pengar og arbeiðsmegi, ella mangul upp á sama, eru sostatt ikki forðingar í arbeiðnum hjá løgregluni á sama hátt, sum tey eru í Danmark.


Lesið meira um evnið í Dimmalætting, sum er á gøtuni

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður