Politi: Alt var í lagi í náttarlívinum

Politi: Alt var í lagi í náttarlívinum

2018-01-21 08:13 Author image
Leif Láadal

Aftur í nátt var politiið og vitjaði ymisk skeinkistøð. Talan var ikki um nakað beinleiðis átak, sigur vakhavandi á politistøðini, men heldur ein vitjan, har politiið vísir sína hjáveru í býnum. Fyri knøppum trimum árum síðani byrjaði politiið at gera hesar vitjanir eitt sindur týttari enn tað var hent frammaundan, og talið av harðskapsmálum er síðani lækkað. Alt var í lagi tey støð, politiið vitjaði í nátt, sigur vakthavandi.

Fríggjakvøldið varð tó ein harðskapshending í Havn, har ein maður varð stútaður. Tann, sum stútaði, er eyðmerktur, men ikki handtikin enn, verður sagt av politistøðini.

  

  

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður