Mentan

Pól Sundskarð: "Vit skulu ikki hava ferðafólk til Føroyar fyri ein og hvønn prís"

2019-01-24 11:35 Author image
Turið Justinussen

At ganga á fjøllunum er eitt frítíðarítriv, sum hevur tikið dik á seg - bæði ímillum føroyingar og teir mongu útlendsku gestirnar, ið vitja okkum. Men ein stórur trupulleiki er, sambært Pól Sundskarði, at føroyska ferðavinnan ikki er nóg væl skipað

- Eg eri ein optimist av uppruna, men eg stúri fyri gongdini í føroysku ferðavinnuni, sigur klaksvíkingurin og royndi fjallagongumaðurin, Pól Sundskarð, sum á vári í 2017, stovnaði heimasíðuna, hiking.fo, ið hevur sum endamál at veita føroyskum og útlendskum fólki ráðgeving um, hvussu fjallatúrar skulu skipast.

Trygdin er ikki í lagi
Tað er neyvan nakar í Føroyum, sum hevur gingið so nógv á teimum 340 føroysku fjøllunum sum nettupp hann. Pól Sundskarð kennir leiðirnar inn og út, og er tískil sera tilvitaður um tey mongu viðurskiftini, ein skal hava atlit til, áðrenn ein fer niðan í fjøllini. Hetta er eitt nú túralongd, torleikastig, veður, vegvísarar, klæðir og onnur útgerð, djóralív, mentanarvirðir og annað. Slíkt, hópurin av ferðafólkunum, ið árliga streymar higar, ofta ikki hugsar um, tá tey taka leiðina beint í fjøllini.

Á heimasíðuni hjá Pól Sundskarði, hiking.fo, stendur millum annað skrivað soleiðis:

“Ikki er tað vandaleyst at vála á føroysku fjøllunum, og bert tú teg skeivt at, kann tað verða lívshættisligt. Tí eru orðini fyrireiking, fyrivarni og trygd lyklaorðini, áðrenn vit leggja á fjøllini.”

- Eg fái nógvar fyrispurningar um eitthvørt, men tað eru alt ov nógv, ið fara beint niðan í fjøllini, uttan at kunna seg yvirhøvur, sigur Pól Sundskarð i samrøðu við Dimmalætting.

"The land of maybe" 
Ferðafólkatalið veksur hvørt ár, og vøksturin er, sambært Pól Sundskarði, eisini eyðsýndur uttan fyri sesong, tá veðrið í Føroyum er serliga óstøðugt og ilt at spáa um:

- Í Føroyum, kunnu vit uppliva allar árstíðirnar uppá ein dag. Veðrið kann vera gott um morgunin, og seinni á degnum kann tað verða stormur. Hetta er “the land of maybe”, sigur Pól Sundskarð, ið avgjørt heldur, at tað skuldi verið ein treyt, at ferðaleiðari er við, tá útlendingar fara niðan í fjøllini.

Ferðavinnan skal skipast betur                                         
- Fleiri fólk doyggja í fjøllunum enn í ferðsluni, og vit eru úti á eggini í heilum. Vit mugu tora at traðka á bremsuna, uttan mun til, hvat tað kemur at kosta, sigur Pól Sundskarð sannførdur.

Sum dømi, vísir hann á ruðuleikan á Viðareiði fyri bert fáum døgum síðani, tá løgregla og bjargingarfelag vórðu boðsend, tí tveir útlendingar loyptu órógv á fólk, tá teir ætlaðu at gista í telti á Villingardalsfjalli.

- Okkurt má gerast fyri at fyribyrgja slíkum tilburðum, tí teir eru til stóran ampa fyri fólk og kosta nógv bæði í útreiðslum og í ringasta føri mannalívum, sigur Pól Sundskarð, sum við síni hollu vitan og drúgvu royndum í føroysku náttúruni, loyvir sær at mótmæla.

- Er málið ein burðardygg ferðavinna, er neyðugt at taka størri atlit til náttúruna, upplýsa ferðafólkini betur, og aftra okkum í íðin at marknaðarføra tær sokallaðu "ósøktu" Føroyar. Í øllum førum til Bóndafelagið og Óðalsfelagið eru komin til eina niðurstøðu í samráðingunum, so viðurskiftini verða skipaði ordiligt.

- Vit skulu ikki hava ferðafólk til Føroyar fyri ein og hvønn prís. Vilja ferðafólkini reika frítt og fyrilitarleys í fjøllunum, skulu tey ikki koma higar, sigur Pól Sundskarð at enda við Dimmalætting. 

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður