Heimatíðindi

”Please have virðing” – ferðavinnan fer nú at skelta

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-05-25 14:23 Author image
Ingi Samuelsen

Trý hjørtu og so orðið ’respect’ á bæði føroyskum og enskum verður eyðkennið fyri skeltingina, sum Visit Faroe Islands saman við kommununum væntandi fer í gongd við longu í summar.

Á ráðstevnuni um ábyrgdarfulla ferðavinnu í dag legði Jóan Pauli Helgason, nýsettur leiðari fyri menningardeildini hjá Visit Faroe Islands, fram hvat ætlanin er hjá deildini viðvíkjandi skelting.

Tey nýsettu fólkini á deildini hava brúkt fyrstu tíðina til at ferðast runt og havt fundir við fólk, fyritøkur og stovnar, sum eru knýtt at ferðavinnuni kring landið.

- Tað er nógv sum kann og skal gerast í ferðavinnuni, men tað gjørdist greitt fyri okkum beinanvegin, at størsti tørvurin er at leiðbeina og vegleiða ferðafólkini, segði Jóan Pauli Helgason undir framløgu síni í dag.

Hann greiddi frá, at tey hava arbeitt við at gera skeltingina uppalandi, og at hon ikki skal virka neilig ella frástoytandi, við boðum sum til dømis ”no respassing” ella ”stay away”.

Boðið hjá Visit Faroe Islands er at brúka orðið ’respect’ og so at læra útlendingarnar hvussu tað eitur og úttalast á føroyskum.

Hjørtuni skulu ganga aftur í øllum skeltunum og eisini orðið ’Respect’. Men í tekstinum verður orðið ’virðing’ brúkt.

(Greinin heldur fram undir myndini)

Dømi um tekst:

”Please have virðing for the privacy of homeowners in this neighbourhood”

- Um eini slík boð standa úti á Reyni, til dømis, og har er mynd ella tekning av gomlu húsunum, so taka vit tað sum givið, at ferðafólkini skilja, at hetta snýr seg um at lata vera við st gløða inn gjøgnum vindeyguni, segði Jóan Pauli Helgason.

Á skeltunum kemur eisini ein útgreinandi tekstur í minni skrift, og so eisini ein sokallað QR-kota, sum fólk við eini snildtelefon kunnu leita sær fram meira kunning.

Dømi um boð við eitt hagaportur: ”Please have virðing for the sheeps you may encounter in the fields by keeping your distance. Remember to close all gates behind you.”

Dømi um boð í lundalandi: ”Please have virðing for the birdlife in this area by walking only on the designated path and keep your voice down.”

Dømi um skelti í brattlendi ella nærhendis eini egg: ”Please have virðing for this area as it is particulary dangerous. Refrain from walkin here without a local guide.”

Og dømi um skelting við strond, eitt nú í Tjørnuvík, har tað er vorðið vælumtókt at standa á brimfjøl: ”Please have virðing for the forces of the oceans. Faroese weather is unpredictable and the sea currents can change rapidly”

Dentur verður lagdur á, at skeltingin verður fyriskipað í tøttum samstarvi við fólkini og myndugleikarnar á staðnum, kommunurnar.

- Vit bjóða okkum til at ráðgeva kommununum, men hava eisini bundið okkum at fíggja framleiðsluna av skeltunum, um kommunurnar afturfyri taka sær av at fáa sett skeltini upp, segði Jóan Pauli Helgason.

Hann vísti eisini á, at ætlanin hjá ferðavinnumyndugleikunum nú eisini er, at hjørtuni og orðini respect/virðing í alt størri mun skal síggjast í marknaðarføringini av Føroyum í framtíðini, til dømis í faldarum og útlendskum ferðamannaguidum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður