Heimatíðindi

Pláss til húsvognar á SF skulu nú keypast á søluportali

(Mynd: Shutterstock)

(Mynd: Shutterstock)

2019-03-13 13:40 Author image
Turið Justinussen

Tað er ikki longur Norðoya Kunningarstova, ið varðir av avgreiðsluni av húsvognum á Summar Festivalinum. Fyriskipararnir hava ístaðin ment ein søluportal, har festivalgestir sjálvir kunnu keypa sær pláss til húsvognin

Fyriskipararnir av Summar Festivalinum hava ment ein søluportal, har fólk sjálvi kunnu fara inn og keypa sær eitt tøkt pláss til húsvognin á sama hátt, sum tá mann velir setur í flogfarinum ella í biografinum.

Sjálvavgreiðsla á netinum
Endamálið við hesi netsøluskipan er at lætta um umsitingarliga arbeiðið hjá kunningarstovuni.

- Kunningarstovan verður spard nógva tíð, umsiting og handligt arbeiði, tí hon ikki longur virkar sum millumliður, sigur Erik Biskopstø, fyriskipari, sum við framtíðini í huga, er sannførdur um, at hetta er skilabesta loysnin fyri allar partar:

- Hetta er ikki líka roksut. Fyrr sendi kunningarstovan rokningar út til tey, sum stóðu á listanum og síðani eftirkannaði ein bókhaldari, um rokningarnar vóru goldnar. Kampistar settu seg í samband við okkum viðvíkjandi húsvognapláss, men vit vistu lítið at siga, tí kunningarstovan, sum hevði nógv annað at taka sær til, umsat tað. Tað kundi tí ganga ein løta, áðrenn viðkomandi fekk greitt svar, sigur Erik Biskopstø í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Nú fær mann avgreitt tað sjálvur beinleiðis umvegis søluportalin, ið somuleiðis veitir greitt yvirlit yvir, hvørji pláss eru tøk. 

Uppskrivaði hava fyrsta rætt
Erik Biskopstø greiðir frá, at tað er eitt sindur trupult í ár, tí hetta er ein skiftistíð frá lista til netbílegging.

Tað er tó eingin orsøk hjá fólki, sum í fjør vóru kvik at skriva seg á listan hjá kunningarstovuni, at óttast fyri, at tey ikki fáa eitt gott pláss, tí hesi sleppa fyrst framat netsøluni. 

30 tey fremstu á listanum hjá kunningarstovuni fáa í senn ein teldupost við eini leinkju til netsøluna, men tey mugu avgreiða keypið sum skjótast, tí dagin eftir fáa 30 tey næstu á listanum boð um at avgreiða sítt keyp.

Soleiðis verða plássini seld, líka til tað er útselt, og tað eru tað longu nógv, ið eru. 

Fyri at tryggja framíhjárættin hjá teimum uppskrivaðu, fáa tey boð um ikki at senda teldupostin víðari. Fyriskipararnir eftirkanna um tey, sum nýta leinkjuna til at keypa sær pláss, standa á listanum. Um ikki verður keypið strikað.

- Tað var ein, sum hevði keypt sær eitt pláss, sum ikki stóð á listanum, men hann skilti væl, at vit tí strikaðu keypið, sigur Erik Biskopstø, sum ger vart við, at komandi ár verður eingin listi gjørdur:

- Tá verður lýst í góðari tíð, nær sølan byrjar, og tá fáa øll atgongd til netsøluna samstundis sambært "først til mølle" prinsippinum. 

Færri pláss
Á komandi Summar Festivali verða húsvognarnir settir við Ferjuleguna á Stongunum, Klaksvíksgarðin, Stadionøkið, Norðborg og Føroya Bjór, men vegna útbyggingum eru ikki eins nógv pláss tøk í ár, sum tað vóru í fjør.

Longu í august í fjør skrivaði kunningarstovan yvir 200 húsvognar upp til húsvognapláss. Tá vóru áleið 240 húsvognapláss, ímeðan tað í ár higartil eru 186 pláss tøk. Vegna útbygging er til dømis 30 færri húsvognapláss á tí væl umtókta Stadionøkinum. Tað er tískil uppaftur verri enn áður at tryggja øllum húsvognapláss, og enn er óvist, hvussu nógv húsvognapláss endaliga verða tøk á Summar Festivalinum 2019:

- Vit hava enn einki fingið at vita frá kommununi, um vit fáa játtaði fleiri pláss, sigur Erik Biskopstø at enda við Dimmalætting.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður