Petur Mittún verður hondbóltsmennari hjá HSF

2016-05-10 13:05 Author image
Dimma

Fyrr í vikuni undirskrivaðu formaðurin í HSF Kristian Johansen og Petur Mittún avtalu, sum ber í sær, at Petur Mittún verður hondbóltsmennari hjá HSF komandi kappingarár.

Starvið inniber at hava ábyrgdina av allari leikaramenningini hjá HSF. Bæði innihaldsliga og í mun til at seta venjarar í ymisku aldursbólkunum. Í løtuni verður arbeitt við at lýsa og skriva ein føroyskan menningarleist, sum skal liggja sum grund undir menningini av føroyskum hondbóltsleikarum.

Ein partur av uppgávuni hjá Peturi verður at seta í verk nýtsluna av føroyska leistinum í leikaramenningini, samstundis sum tilfarið skal geva íblástur og røkka út til feløgini og hvønn einstakan íðkara.

Kristian Johansen fegnast um avtaluna við Petur Mittún.

- Vit eru sera spentir til samstarvið við Petur Mittún. Væntandi verður hetta við til at gera leikaramenningina hjá HSF enn betri, sigur Kristian Johansen, formaður í HSF, í tíðindaskrivi.

Petur Mittún sjálvur hevur stór mál fyri leikaramenningini næstu árini.

 - Vit skulu miðja høgt. Leikaramenningin hjá HSF skal vera í heimsflokki, og samstundis geva feløgunum og venjarunum kring landið íblástur, sigur Petur Mittún í tíðindaskrivi frá HSF.

Avtalan er fyribils fyri komandi kappingarár. Petur Mittún byrjar í starvinum 1. juni, men longu nú í mai verður Petur við, tá 24 U13 dreingir, sum hava verið partur av leikaramenningini í júst lokna kappingarárinum, fara forvitnisliga hondbóltsferð til Danmarkar og Týsklands.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður