Heimatíðindi

Petra var ikki sum hini í flokkinum

19 ára gamla Petra Høgnadóttir Hansen er í læru hjá Adore (Mynd: Hergeir Staksberg)

19 ára gamla Petra Høgnadóttir Hansen er í læru hjá Adore (Mynd: Hergeir Staksberg)

2019-05-02 13:30 Author image
Hergeir Staksberg

Petra Høgnadóttir var 16 ár, tá hon fór beint móti streyminum. Meðan tey flestu í flokkinum fóru í student, so gekk Petra sína egnu leið

Um tú dømir ein fisk eftir, hvussu væl hann dugir at klatra í trøum, so fer fiskurin altíð at halda, at hann onki dugir. Eitt gott gamalt orðatak, sum lýsir lívsleiðina hjá 19 ára gomlu Petru Høgnadóttir. Líka sum fiskurin royndi at klatra, heldur enn at svimja, so royndi Petra at lesa og rokna, hóast tað ikki var har, at hennara styrki lá.

-  Í 7. flokki fekk eg staðfest, at eg var orðblind. Og tá segði ein maður við meg, at eg skuldi funnið mær eitt arbeiði, har mann brúkti hendurnar heldur enn høvdið. Tað var mega niðurtúrur at hoyra, tí eg havi altíð klárað meg super illa í skúlanum. Eg dugi illa at stava, eg dugi ok væl at lesa og eg dugi slett ikki at rokna. Eg gjørdi alt, sum eg skuldi, men karakterirnir vóru ikki meir enn næstbest, og eg hataði at ganga í skúla, greiðir Petra frá.

Tá Petra er 16 ár og liðug við fólkaskúlan, so slepti hon eini lítlari bumbu í flokkinum.

- Øll í mínum flokki tosaðu um, at tey fóru í student, men eg visti væl, at eg fór ongan veg í student. Tá eg so segði: “Eg fari ikki í student”, so svaraðu fleiri: “Jamen, ætlar tú onki við lívinum hjá tær?”, greiðir Petra frá.

[object Object]

(Hetta er kanska ikki omman hjá Petru, men hendan fríska omman er eisini omma at onkrum. Mynd: Shutterstock)

Omman vísir fiskinum, at hann skal svimja
Ommur skulu ikki undirvurderast, og tað er eisini galdandi fyri ommuna hjá Petru. Tað var nemliga omman, sum skumpaði Petru á røttu leið.

- Men so fór omma mín til frisør. Hon fortaldi frisørini, at eg eisini vildi verða frisør. Eg veit ikki, hví hon hevur sagt tað, tí eg havi í øllum førum ikki tosað um tað.

- So tað er faktiskt omma sum hevur skyldina í, at eg læri til frisør. Men tað eri eg mega takksom fyri í dag, tí eg kundi faktiskt ikki havt tað betri, greiðir Petra frá við einum stórum smíli.

Hørð kapping um læruplássini
Fyrr fór mann beint í læru, men nú má mann í skúla fyrst.

- Frisørskúlin tekur eitt ár, og tá dugir tú eisini betri at fáast við hár, í mun til ein sum fer beint í læru, greiðir Petra frá.

Hóast frisørskúlin er startskotið til frisørlívið, so er skúlagongdin onki garanti fyri, at tú fært eitt lærupláss. Faktiskt er tað rættiliga hørð kapping um læruplássini, tá skúlin er yvirstaðin.

- Ja, tað er hørð kapping. Vit vóru bara fimm av átjan, sum fingu lærupláss. Og tann eina valdi at steðga, so vit eru bara fýra, sum eru í læru. Og vit vóru faktiskt 25 í skúlanum, tá vit byrjaðu, greiðir Petra frá

[object Object]

(Mynd: Shutterstock)

Hár er meir enn bara hár
Tú kennir tað. Tú setir teg í ein taxabil. Mann ger eitt lítið nikk við høvdinum, og eitt lítið hey snýkir seg úr munninum. Tú setir seg til rættis og spennir selan. Nú er tíðin komin til small talk. Knappliga følir mann seg noyddan at tosa við ein fullkomuliga fremmandan persón. Og nú hugsar tú kanska: "Ja, jú kanska eg kenni meg aftur, men hvat er poengið?" Jú, poengið er, at taxasjaførar duga merkiliga væl at lofta støðuni, og tað fellir teimum heilt nattúrligt at tosa um alt millum himmal og jørð. Og tað sama ger seg galdandi hjá frisørum.

- Nógv spyrja, um eg havi fingið nógvan lærdóm av at tosa við fólk, tí vit tosa jú altíð. Og tá eg hugsi um tað, so er tað blivið lættari at tosa við fólk. Eg kann faktiskt tosa við øll, men fyrr kundi eg gott steðga upp og byrja at stama, um onkur tosaði við meg, og eg ikki visti, hvat eg skuldi siga, sigur Petra og heldur fram við at tosa í fulldrøn.

- ja, hatta er eitt bonus við útbúgvingini, sum eg brúki ofta í dagligdegnum. Tildømis, tá eg fari at vitja mína langommu, so veit eg, hvat eg kann tosa við hana um, tí eg tosi við nógvar eldri kvinnur um dagin. So mann lærir at tilpassa seg nógv ymisk fólk og áhugamál.

[object Object]

(Tað eru fá ting her í verðini, sum eru betri enn eitt erligt hárvask hjá frisørini. Mynd: Shutterstock)

Hár á heilanum
Tað eru ikki bara talugávurnar sum eru broyttar, síðani Petra byrjaði at læra. Sjónin hevur eisini fingið eitt nýtt fokuspunkt.

- Hárið er tað fyrsta, eg skanni á fólki. Eg klári ikki at hyggja at einum persóni, uttan at hugsa um hárið. Eg minnist tildømis altíð kundarnir hjá mær, og eg fangi meg ofta í at hugsa: “Hatta burdi eg gjørt við hasa”. Og tá tann og tann kundin kemur aftur, so má eg fortelja honum um okkurt hár, sum eg havi sæð, so jú, mann hugsar nógv um hár.

- Og eg kann eisini gott síggja ymiskar sjúkur, um eg hyggi í hárbotnin hjá einum kunda. Tað er komið fyri, at mann finnur útav, at ein kundi hevur kreft. Eg havi ikki sjálv upplivað tað, men eg havi arbeitt við fólkum, sum hava sæð okkurt er í hárbotninum og biðið kundan fari til lækna. Har hevur kundin so fingið staðfest, at kreft var ávegis. So vit eru kanska eisini eitt slag av hárlæknum, sigur Petra meðan hon hugleiðir um, at frisørlívið eisini hevur eina meir álvarsama síðu.

[object Object]

(nei, tað er ikki altíð lætt at vita, hvørja leið mann skal velja. Mynd: Shutterstock)

Ein lítil heilsan til tey, sum kenna seg aftur
Um onkur er harúti, sum lesur greinina og kennir seg aftur, hvørji ráð hevði tú givið viðkomandi?

- Ja, also, mann hoyrir so nógv um, at tað kann hava alvorligar avleiðingar, um ung fólk ikki fáa sær eina studentarútbúgving. Men tað er klikkað at billa fólki inn, at tú onki kann í lívinum, um tú ikki hevur student. Jú, tú fært eitt prógv, men prógvið garanterar ikki nakað arbeiði, men tá eg havi lært í trý ár, so havi eg eina útbúgving, sum eg kann brúka beinavegin.

- Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á tey, sum trívast við at lesa, skriva og rokna. Um studentaskúlin er nakað fyri teg, so er tað mega gott. Mítt poeng er bara, at tað finnast eisini aðrir vegir, um studentaskúlin kanska ikki er nakað fyri teg, sigur Petra at enda.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður