Kjak

Perlurnar í Sørvági

Úthúsini í fjøruni úti hjá Hugo Fjørðoy. Nú skulu teir traðkast niður. Teir sum í fjøru fóru ríða lágt í Sørvági

Úthúsini í fjøruni úti hjá Hugo Fjørðoy. Nú skulu teir traðkast niður. Teir sum í fjøru fóru ríða lágt í Sørvági

2019-08-09 12:15 Author image
Rúni Nolsøe

Tað var til vígsluna av minnisvarðanum í Svínoy, at tann frami arkitekturin Albert Isfeldt var við til ein útvarpsrundtúr. Teir skuldu hyggja eftir og meta um arkitektur í Svínoy, sum kundi verða verdur at umtala.

Har er tað so, at teir ganga framvið einum trunka av úthúsum, hjallum, sum vit annars kalla tað, og Albert Isfeldt vildi støðga á fyri at dýrmeta hesi úthúsini, sum stóðu fyri seg sjálvi í bygdarlagnum. Hann kallaði tey fyri «Perlur». Hann meinti, at tær føroysku perlurnar goymdu nakað heilt serligt, sum vit áttu at fjálgað og lívgað um.


Hjallarnir úti hjá Hugo Fjørðoy

Nakrar dagar seinni, tann 15. juni, tá eg skuldi heinta konuna frá arbeiði, kom eg framvið teim fimm hjallunum úti hjá Hugo Fjørðoy. Har stóð ein hollendskur turistur og tók myndir av teim gomlu hjallunum. Hann hevði lovað konuni, at hon kundi sleppa suðureftir at slikka sól, bara hann sjálvur slapp til Føroya.

Hann var forvitin eftir, hví úthúsini stóðu her í fjøruni, og um brúksvirði í teimum. Eg royndi at siga søguna um turran fisk og grind. Um grindakaggar og hoyggj og heimaseyð. Vituliga høvdu forfedrarnir trong kor. Húsini vóru smá og kærkomið var við einum úthúsi til tað, sum ikki húsaðist heima. Hollendingurin fekk so søguna um rátt sjórok, sum stóð inn í neystini, og gav kjøti og fiski ein so serstakt fínan smakk. Mítt egna søguliga íkast til hesi úthús avmarka seg til eina páskanátt fyri langt síðani. Onkur bjóðaði mær oman í hjallin at drekka akvavit. Kanska var tað konan, sum ikki dámdi nakað við alkoholi har heima, og hjallurin var so eitt gott skýli. Men vit stóðu so har í góðum vertskapi og høvdu eina góða løtu saman. Í friði fyri restini av verðini. Hendan junidagin, tá eg fór heimaftur, stóð hollendingurin framvegis og fann nýggjar vinklar til at ævigtgera hesar heimligu perlurnar.

[object Object]

Úthúsini í fjøruni úti hjá Hugo Fjørðoy. Nú skulu teir traðkast niður. Teir sum í fjøru fóru ríða lágt í Sørvági

Tvær vikur seinni, tann 2. juli, sat eitt ungt par úr Hvítarusslandi við gróthúsini við Leiti, Miðvágsmegin vatnið. Tey fingu sær eitt seinasta máltíð áðrenn flúgvitúrin heimaftur sama kvøldið. Tey sótu í fjøruni og vóru so fegin um hettar lítla, men stóra umhvørvið, og vindurin gjørdi teimum ikki mun. Vælklædd til okkara veðurlag. Tey vóru so heilt víst bitin av perlunum, sum miðvingar so skynsamt hava dugað at virðismett og sett í virðisligan stand. Hendan endurreisingin av úthúsunum er so eisini ein heiður til teir, sum løgdu so væl eftir seg. Onkrir miðvingar munnu hava lisið í bókini «Fólk og Mentan», hjá bygdarmanninum Palla hjá Irenu. Har lýsir Jóan Pauli so meistarliga handverkið aftanfyri og brúksvirði av fornum gróthúsum, hjallum og úthúsum v.m. Eg veit ikki søguna um hesi úthús við Leitið. Ikki annað enn tað, at tey skuldu vera til at frakta og goyma torv skorið hinumegin vatn.

[object Object]

Unga parið úr Belarus valdi lívdina frá gróthúsinum hjá miðvingum til ta seinastu máltíðina áðrenn heimferðina. Hvat er tað við úthúsunum, sum dregur sum ein magnetur?


Alt skal vekk

Nú um dagarnar kom so ein yvirlýsing frá bygdaráðnum í Sørvági. Nú skulu hjallarnir úti hjá Hugo Fjørðoy beinast burtur. Danir hava eitt orðatak sum sigur, at ein «skal ikki geva perlur til svín, tí tey traðka tær bara niður». Ongin gongur so lágt at kalla sørvingar fyri svín, tí bygdarfólkið er nógv betri enn so. Onki skuldi verið meira ólíkt. Men tá tað kemur til bygdaráðið í Sørvági, so endar ólíkheitin her. Í bygdaráðnum er púrt ongin virðing fyri mentanararvi. Um tað so bara var soleiðis, at tað skuldi byggjast nakað niðri í fjøruni úti við bátahylin, so kundi tað lættliga verið loyst. Har eru fleri skapilsir av neystum, sum hava staðið og verið hættislig gjøgnum nógv áratíggju. Sum ongantíð blivu liðugtgjørd, og mestsum hava biðið um at verið tikin niður. Og fleiri onnur eru so skemmandi og so virðisleys, at tey gjarna kundu farið sama veg.


Hjallarnir við Kommunuskrivstovuna

Og vit hava vissuliga havt okkara perlur í Sørvági. Og ikki bara ta einu. Ein trunki av gomlum hjallum stóð rætt við kommunuhúsini, við Konsilánna. Hetta var mitt í gomlu bygdini. Einasta søgan, eg veit um hesar perlur, er at tá vit vóru smábørn brúktu vit onkuntíð hjallarnir til at krógva okkum í, tá vit spældu «Gevið ljóð». Tað var so fínt at kunna krúpa upp í hoyggið at krógva seg fyri teim sum leitaðu, og so geva ljóð frá sær.

Hvør mundi eiga hesi úthúsini? Hví mundu tey liggja rætt við ánna? Stóðu tey á heimrusti ella var tað matrikulerað øki? Hví lógu tey so tøtt uppat hvørjumøðrum? Vildu fólk bara troðka seg meira saman tá í tíðini enn vit gera nú? Hollendingurin hevði næstan dottið afturav, um hann hevði sæð hesar forkunnugu perlur. Men hettar bleiv alt bara traðkað niður, tí ongin dugdi at síggja nakað virði í hesum søguligu úthúsum. Ikki annað enn at fáa ein bulldosara at trumla tað heila niður.

Bygdaráðið í Sørvági sá størri gagn í eini astalteraðari parkering til bilar. Hvussu loyvini til at traðka hesar perlurnar niður vórðu útvegaði, er at finna onkustaðni. Øll loyvini hava so verið góðkend av Sørvágs Kommunu.

[object Object]

Úthúsini við Konsilánna mitt í bygdini blivu traðkaði niður og løgd undir asfalt. Ongin sá nakað virði í gomlum hjallum

Eg kann væl unna bygdaráðslimum at kunna koyra til dyrnar, tá tey skulu fundast. Kanska forðaðu  hjallarnir fyri útsýninum út á fjørðin eisini. Kanska stóð onkur til at rapa, tí eigararnir høvdu sagt farvæl til hesa verðina. Og so høvdu teir ongan góðan meira. Og so slettis ikki tann nærmasta grannan. Í hesum tíðum, har alt verður gjørt upp í potensforleingjarum, so sum nýggjum bilum, helst 4-wheel-drive og diesel, smartastu mobilini, v.m., so var ikki nógv virði í gomlum hjallum. Tey undanfarnu  høvdu heldur ikki nógv at gera gott við, soleiðis sum vit hava í dag.Tað var um at yvirliva. Tess týdningarmiklari var gott handverk. Tað skuldi fáast sum mest burturúr tí sindrinum sum fekst.

Høvdu vit havt framsýni, so kundu vit sett «ung í arbeiði» til saman við onkrum handverkara at sett hjallarnir í stand aftur. So lærdu tey annað enn at lúka gras á asfaltvegi. So lærdu tey at virðismeta tey kørgu korini hjá forfedrum okkara. Og lærdu nakað um gott handverk við.

Men tað er eisini nakað meir í hesum enn, at alt bara skal vekk. Tí tað er nakað sum eitur «siðsøguligur mentanararvur». Tað liggja skyldur á tí eina ættarliðnum at bera hendan arvin víðari til komandi ættarlið. Øll søga verður borin víðari frá ætt til ætt.

Og júst á bygdaráðnum liggur ein serstøk ábyrgd. Tí tey sita við tí útinnandi valdinum, tá tað kemur til planlegging, byggibúgving og ekspropriering. Og her hava ein røð av bygdaráðum í Sørvági skulkað sær undan síni ábyrgd. Hettar er ikki bara, bara.


Fiskastykkini

Vit høvdu tvey fiskastykkir  Úti á Bakka. Teir sum gingu undan okkum brúktu fiskastykkini til at turka fisk á. Fiskurin var lagdur upp og landaður í Løðupakkhúsinum ella Norðistovupakkhúsinum ella í onkrum øðrum pakkhúsi til at salta. Tá fiskurin var íligin, skuldu hann turkast til klippfisk. Fiskurin bleiv so borin niðan um vegin og breiddur út á fiskastykkið til turkingar.

Tað er ilt at siga, hvussu leingi hettar helt á. Men í Sandavági løgdu tey í 1956 framvegis fisk út á fiskastykkir at turka.

Men við nýggjum tíðum koma nýggir møguleikar. Í 50’unum bleiv motorur settur upp í turkihúsinum. Hesin dreiv stórar blásarar, sum kundu turka fiskin inni. Fiskurin bleiv lagdur á stórar tremmur, sum so góvu góða ventilatión.

Tá so menn skuldu flyta bensinsøluna niðan av kaiini, so var tað hildið at vera stórur fongur at leggja hana júst har sum fiskastykkini lógu. Tey lógu óansæð bara til ónyttu. Fiskastykkini blivu trumlaði niður og fiskasteinarnir brúktir til ífyllu onkustaðni, har teir so gjørdu meira gagn. So lítið virði var lagt á hesar siðsøguligu dýrgripirnar. Byggiloyvini vórðu øll góðkend av Sørvágs Kommunu.

Jóannes hjá Hertu hevur nú sett gamla Løðupakkhúsið so frálíka væl í stand. Har ber til at síggja, hvussu handaligir forfedrarnir hava verið. Teir veggirnir. Teir berandi bjálkarnir. Tær handgjørdu taljurnar til at hiva fiskin upp við. Tað er til at missa ondina av. Víst eru hettar dýrgripir. Dýrgripir sum vitna um vilja og hegni. Her skilir tú hávirðingina, sum arkitekturin Albert Isfeldt hevur fyri tí forna handverkinum, sum føroysk úthús goyma í sær. Tí teir gomlu høvdu ongar tekniskar hentleikar til hjálpar. Ikki eingongd seym høvdu teir. Somikið meira orka og hegni mátti so leggjast fyri dagin.

Tíverri er atløgubryggjan vekk. Sum við fiskastykkunum, so sá ongin nakað virði í hesum. Tað var bara heglað niður.


Norðuri í Stovu

Magnus av Kamarinum var tann, sum bygdi Sandavágs kirkju. So stásilig sum hon stendur har. So hátíðarlig og so tíðarleys.

[object Object]

Tignarlig og tíðarleys stendur hon har. Kirkjan hjá Magnus av Kamarinum. Eitt sveinastykki sum hevur skrivað seg inn í Føroya søgu

Og ongin minni enn Magnus á Kamarinum var tann, sum fekk upp í hendi at byggja «Norðuri í Stovu» í Sørvági. Residensin hjá einum av teim trimum stóru dynastiunum í Føroyum. Tann mest stórbæri av øllum bygningum í okkara lítla landi. Arkitekturur og handverk vóru av eini heilt aðrari verð, í mun til tað vit fyrr høvdu sæð.

Magnus av Kamarinum valdi at byggja Gomlustovu og Norðistovu sum tvær sjálvstøðugar eindir sum stóðu parallelt, men sum gingu saman í norðasta enda. Gomlustova var tekstilhandil og Norðistovu var til dagligvøru. Í norðasta endanum var inngongd til umsiting v.m. Komin innum so vóru til høgru einar breiðar trappur. Hesar førdu eina hálva hædd upp til kontórini. Til vinstru vóru so felagsfasilitetir. Og so íbúðin hjá familjuni. Íbúðin hevði egna inngongd frá sunnaru síðu. Við eini svingtrappu upp úr garðinum. Íbúðin vendi móti suðri og móti vestri. Og tað var gongt út í urtagarðshavan sum vendi vestureftir, út yvir opnan fjørð. Um summarkvøldið kundi ein so njóta vesturskinið, bæði úr havanum  líkasovæl sum úr residensinum annars.

Garðurin var tann størsti og tann fínasti í bygdini. Til at komplettara verkið hevði Magnus av Kamarinum krúnað tað grøna skifertakið við einum kupli ovast uppi. Einum kupli sum av eini russiskari ortodoksari kirkju. Kanska hetta var fyri at halda hondina yvir tað fólkið sum her býr. Innbjóðandi, funksjonelt. Pompøst.

Bæði Kjølbro í Klaksvík og teir á Gørðunum í Vági mundu hyggja langt til Sørvágs eftir hesum meistaraverki. Men tað mundu vera onnur eisini, sum hugdu langt eftir hesum vælaverki.

Hvussu kundu sandavágsmenn standa so væl saman um kirkju sína, hóast maður kom í mans stað?  Mundi tað verða tí tað var júst ein kirkja, og teir ikki tordu annað? Sørvingar tordu í hvussu so er nakað nógv meira.

Urtagarðshavin í Norðistovu, sum var so stórur og so vakur. Tað komu aðrar tíðir. Og tað komu aðrir menn. Aldargomlu trøini blivu høgd niður. Og restin av urtagarðinum bleiv líkaleiðis traðkað niður.  Havin bleiv lagdur undir betong. Tað krevur eitt hjarta harðari enn stál at verða so kyniskur og at fara sær fram so eirindarleyst. Eru fólk so ísakøld? Ella eru vit bara so tápulig? Onkustaðni liggja byggiloyvini til hesar skemdargerðirnar goymd burtur. Men byggiloyvini vórðu øll góðkend av Sørvágs Kommunu.

Og «Norðuri í Stovu» residensurin. Meistaraverkið hjá Magnusi á Kamarinum. Hettar bleiv til ein betongklossa. Ein klossi kloyndur inn í eitt uppistandandi skapilsi av nøkrum, sum er bygt. Ella rættari. Umbygt til tann vanskapning av einum bygningi, sum tað nú einaferð er. Tað er nakað sum kallast «hvørki fuglur ella fiskur». Hettar er nokk besta lýsing av hesum skepilsi av einum misfostri, sum er bygt og sum stendur uppi. Ein stór skomm fyri eina so stóra bygd sum Sørvág. Og hettar tænir til spott fyri sitandi bygdaráð. Líkavæl sum tað tænir til spott fyri undanfarnum bygdaráðum. Øll byggiloyvini eru góðkend av Sørvágs Kommunu.

[object Object]

Meistaraverkið hjá Magnus av Kamarinum. Tann pompøsi residensurin hjá Norðistovu-dynastinum í Sørvági. Hvussu kundi hettar enda sum ein gráur fongsulsveggur í einum betongkassa?


Tað seinasta sprellið

Sørvágs bygdaráð hevur nú gjørt av at gera av við ta seinastu restina av tí fedranna arvi, sum vit bera við okkum. Tað verður sagt so vísiliga at, «ta størstu maktina hevur tú, so leingi tú ikki hevur brúkt hana». Tá nú tey seinastu úthúsini verða traðkaði niður, so hevur bygdaráðsformaðurin ikki makt til meira. Hon hevur onki meira at brúka sína makt til. Tí har er onki meir at fara eftir.

Men hon kemur so at sita við tí sera ivingarsomu æruni at vera tann seinasta í eini røð av leiðarum í Sørvágs Kommunu. Leiðarum, sum høvdu til felags, at syndra tann kostbara mentanararvin, sum okkum var latin í hendi. Og so kann man spyrja, við hvørjum rætti gjørdu tey tað?

Tey høvdu møguleikan til at handfara hesar mentanarligu dýrgripir, sum tað sømir seg einum mentaðum fólki. At fingið perlurnar at skína. Skína so bjart, at tær lýstu upp ta fedranna slóð, sum vit skuldu ganga víðari á. At vit kundu tikið ta skylduna á okkum, at bera mentanararvin víðari. At vit sluppu at kenna okkum sum partur av nøkrum størri, enn bara tí tímiliga, tí forgeingiliga. Tí vit eru ein partur av nøkrum, sum er nógv størri enn sum so. Víst eru vit ikki bara til fáfongd.

Tann dagin, tað verður líkasælt og virðisleyst at bera víðari tann siðasøguliga arvin okkum er givin, tá enda vit sum eitt fátækt fólk. Eitt fólk í einum stórum tómrúmi. Eitt fólk í einum rungandi tómleika. Í Sørvági eru vit væl á veg.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður