Pensjonistar í Burn eru ikki at forsmáa

Pensjonistar í Burn eru ikki at forsmáa

"Tey hildu tað vera óðamannaverk at fáa pensjonistar at venja í burn" sigur Jákup Petur Eliassen

(Mynd: Tórshavnar Kommuna)

2018-12-18 08:40 Author image
Turið Justinussen

Open GYM venjingarnar í Burn Fitness, sum fysioterapeut-toymið hjá Tórshavnar Kommunu skipar fyri, eru væl umtóktar av heimabúgvandi fólkapensjonistum í Havn. 40 til 50 eru til hvørja venjing

Open GYM átakið,  hjá  varð hósdagin í farnu viku kosið ársins átak.

Tað er leiðarin fyri hetta fysiterapeuttoymið, Jákup Petur Eliassen, sum á sinni tók stig til átakið. 

Jákup Petur Eliassen helt tað vera keðiligt, at bíðilistin til fleiri av tilboðunum, sum[object Object] Tórshavnar Kommuna annars bjóðar eldri borgarunum, er langur og torført er at  sleppa framat. Hann metti, at tørvur var á einum øðrvísi tilboði. 

Í 2015 sendi hann ein teldupost til táverandi leiðara hansara, har hann greiddi frá hugskoti sínum, ið hann kallaði Open GYM.

[object Object]Open GYM
Open GYM er eitt nýhugsað venjingartilboð í Heilsu- og umsorganartænastuni til heimabúgvandi fólkapensjonistar.

Tað er eitt opið tilboð uttan bíðilista og við breiðum málbólki, tí úrvalið av venjingartólum í Burn Fitness, har vant verður, er stórt. Sostatt er møguleiki at venja fjølbroytt og eftir tørvi, eisini uttan mun til rørslutarn, tí venjingarhølið í mistadda Burn Fitness er lætt atkomuligt við lyftu.

Skipað venjing er tvær ferðir um vikuna fyrrapart, men fitness-haldið gevur pensjonistunum møguleika at venja sjálvir nær sum helst, tá sentrið er opið. Ein smidleiki, hini tilboðini hjá kommununi ikki hava. Tá tey hava vant í eina tíð, verður eggjað til sjálvstøðuga venjing.

[object Object]

Endamálið við hesum venjingum er at viðlíkahalda og endurvinna mest møguliga rørslu og virkni, at betra um lívsdygdina og at fyribyrgja sjúkum. Átakið stuðlar undir kjarnuuppgávuna hjá Heilsu- og umsorganartænastuni: At eggja borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.[object Object]

Úrslitagott
Átakið hevur prógvað seg at vera pínulinnandi og úrslitagott, bæði hvat viðvíkur tí sosiala og heilsuni. Fólkapensjonistarnir, ið koma til venjingarnar, gerast flest munandi betri fyri. Til dømis, hevur onkur sagt heimahjálpina frá sær, onkur klárar at ganga trappur og ymiskt[object Object] annað, ið tey áður ikki megnaðu, eitt nú orsakað av pínu. 

Eg sá á nógvum, sum eg tosaði við um hetta, at tey hildu tað verða óðamannaverk, at fáa pensjonistar at venja í burn

Sosiali liðurin í venjingini skal heldur ikki undirmetast, og umframt heilsuligu ábøturnar, slóðar Open GYM fyri, at fólkapensjonistar venja á venjingarmiðstøðum lið um lið við tey yngru.

Eru ikki at forsmáa
- Eg sá á nógvum, sum eg tosaði við um hetta, at tey hildu tað vera óðamannaverk at fáa pensjonistar at venja í burn, sigur Jákup Petur við Dimmalætting og leggur afturat:

- Eg haldi, at nógv hava eina skeiva mynd av gomlum fólkum. Tey halda tey eru viðbrekin, veik og skulu ansast eftir. Men tey eru í veruleikanum sterk, full av vilja, og eru nógv meira ment, enn man hevur lyndi til at halda. 

Til venjingarnar í Burn Fitness eru vanliga tveir fysioterapeutar á staðnum. Umframt at leggja venjingina til rættis, eggja og vegleiða um brúk av ymsu venjingartólunum,  veita teir, við síni serkønu ráðgeving, teimum eldri vinarligar og tryggar karmar. Hetta er sambært Jákup Peturi Eliassen týdningarmikið, tí í eini venjimiðstøð, kann ein skjótt kenna seg á skeivum stað:

-  Venjimiðstøðir kunnu tó til tíðir tykjast ræðandi og avbjóðandi fyri summi. Man er umgirdur av væl vandum fólki, ið vita júst hvussu man skal bera seg at, sigur Jákup Petur Eliassen við Dimmalætting.

Til hvørja venjing, møta vanliga 40 til 50 eldri borgarir upp, og tað er gleðiligt:

- Tey kenna seg tryggari í flokki og hugsa, at tá hann ella hon kann, so kann eg eisini, sigur Jákup Petur Eliassen, sum ynskir, at borgararnir skulu kenna seg væl í venjingarumstøðunum.

Sum stigtakari og leiðari fyri fysioterapeuttoymið hjá Tórshavnar Kommunu, fegnast Jákup Petur Eliassen um undirtøkuna og góðu afturmeldingarnar:

- Tað er stuttligt at síggja eitt hugskot blíva til veruleika, og víðari til eitt vælumtókt, og væl vitja tilboð, skrivar Jákup Petur Eliassen í eini Facebook dagføring eftir heiðranina. 

[object Object]

Almennir og privatir ágóðar
Open GYM eitt samstarv ímillum tað almenna og privata, ið vil siga, at samstundis sum átakið betrar um heilsuna hjá fólkapensjonistum í kommununi, hevur kommunan ongar útreiðslur til venjingarhølið, venjingartól, el, hita, viðlíkahald av bygningi, ella øðrum, og tað privata fær gagnnýtt íløguna við at bjóða ein serligan prís til pensjonistar, sum koma at venja fyrrapartar, tá hølið annars verður minni brúkt.

- Tað sum er tó er stuttligast at síggja sum terapeutur, er tað reint menniskjaliga, og hvussu hetta økir um lívsgóðskuna hjá tí einstaka borgaranum, sigur Jákup Petur Eliassen. 

Síggj stutta filmin, Jákup Petur Eliassen hevur gjørt her

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður