Heimatíðindi

Pen eigur lívið í mær – hetta er fyri at takka henni

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-06-07 16:48 Author image
Ingi Samuelsen

- Hevði tað ikki verið fyri Pen, so hevði eg ikki sitið her í dag. Eg hevði lagt seinastu dagar mínar væl til til rættis niður í minsta smálut, men Pen var treisk, og fekk meg á føtur aftur – bjargaði mær.

- Fyri at vísa mítt takksemi, men eisini fyri at vísa henni hvat tað er fyri eitt lív eg havi livað, eru vit farin henda túrin. Eg helt at hon skuldi fáa eitt serligt upplivilsi, og tað verður at sigla í kajakk suður fram við vesturgrønlendsku strondini frá Nuuk til Hvarvið.

Vit sita á brúnni á vakra norska træskipinum Havella, sum legði inn á Havnina týsdagin, nakað um sama mundið, tá flestu eygu og fototól á havnarlagnum annars vóru vend móti stásiliga russiska seglskipinum Kruzenshtern.

Við er 70 ára gamli kendi norski ævintýrarin Ragnar Thorseth, kona hansara Pen, og seks aðrir norðmenn, fimm mans og ein kvinna. Talan er um vinfólk og annars fólk, sum hava goldið fyri at vera við á ferðini, og harvið eru við til at fíggja hana.

- Vit eru øll ’meråringer’ og væl fyri til eina slíka ferð.

Ragnar Thorseth brúkar stundum egin orð ella forn orð á síni Sunnmøre-dialekt. Hann vil ikki brúka orðið ’gamal’ um sín aldur og aldurin á sínum medferðandi. Tí brúkar hann ’meråringer’, ið, sambært honum, er tað øvugta av ’mindreåringer’.

Í hesum viðfangi fær Ragnar sagt sína meining um tað, at fólk í Noregi og í okkara parti av heiminum lata seg pensjónera tíðliga í sekstiárunum.

- Tað líkist ongum. Hetta er spill av góðum tilfeingi við hópin av royndum. Tað gevur onga meining at ’meiráringar’ ganga fyri einki.

(Greinin heldur fram undir myndini)


Ragnar og Pen saman við Tróndi Patursson. Ragnar og Tróndur hava verið vinmenn síðan Ragnar var í Føroyum á fyrsta sinni í 1971 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Róði til Hetlands og aftur 67 ára gamal
At Ragnar Thorset sjálvur er væl fyri kropsliga, prógvaði hann í 2015, tá hann – 67 ára gamal – róði úr Noregi til Hetlands og aftur til Noregs í einum lítlum róðrarbáti – einum ’færing’ – eins og hann gjørdi sum 21 ára gamal, tá hann var tannfyrsti, ið róði túrin úr Noregi til Hetlands.

Tað er ikki so nógv aldurin, sum ger túrin í 2015 til eitt bragd. Tað var meira tað, at tá Ragnar Thorseth tók avgerð um at fara túrin, hevði hann verið nærum invalideraður í tíggju ár eftir at hann datt av einum íslandsrossi í 2000.

Var tað ikki tí, at annar av monnunum, sum fann hann var heilaskurðlækni og kundi syrgja fyri, at hann kom upp á rætta pláss, St. Olav Sygehus í Oslo, í stundini, hevði hann verið steindeyður.

- Túrurin til Hetlanda var ikki so væleydnaður. Eg fekk trupulleikar við nakkanum, tá eg hevði umleið ein triðing av ferðini eftir, so eg mátti sleipast tann síðsta teinin. Tað var ikki meiningin.

- Men heimferðin gekk betur. Tá hevði eg eisini allar hugsandi gudar við mær. Byrðurin var góður, og túrurin gekk upp á stás. Tá tók eg eisini avgerð um, at hesin túrurin ikki skuldi gerast mín seinasti, greiðir Ragnar Thorsteth frá.

Nógv at takka Pen fyri
Kajakktúrurin við síni elskaðu Pen verður ein nakað lættari túrur. Kajakkin kann ganga skjótt tí hon hevur segl og so er eisini ein skipan, har tað ber til at rógva ella paddla við pedalum.

- Við góðum byrði kann ferðin koma upp í tíggju sjómíl.

Aftur og aftur ger Ragnar Thorseth vart við, at henda ferðin verður gjørd fyri at heiðra Pen og tað, hon hevur gjørt fyri hann.

Tað hendi tá hann fyri sjey árum, svartskygdur og hugtungur hevði leitað sær til Teilands fyri at ”drikke og pule”, sum hann tekur til, í eina tíð, áðrenn endaliga projektið skuldi fremjast, sum innibar at hann tók sítt egna lív uttan at tað skuldi síggja út sum eitt sjálvmorð.

- Tá var tað, at Pen kom og bankaði upp á dyrnar og spurdi um eg hevði brúk fyri eini húshjálp. Tað helt eg ikki, at eg havði, men bað hana koma aftur dagin eftir, tá eg var meira edrúur. Hon kom, fann útav at eg fylti dagin eftir og bjóðaði mær at fyrireika føðingardagsveitsluna, sum annars bara skuldi vera eitt gildi saman við drykkjufeløgunum.

- Pen er góður kokkur. Hon fekk met til at gera meg í stand, fara í bað og klippa mær, og tað endaði við at eg nakrar dagar seinni setti hana sum húshjálp. Nakað seinni játtaði hon at gerast kona mín, um eg afturfyri tók meg saman og gavst at drekka og kom í betri kropsligan form – eg vigaði tá næstan 115 kilo.

Ragnar Thorseth er sannførdur um, at tað var ein hægri vøld, sum førdi Pen til hansara um tað mundi tað stóð ringast til.

- Hon er trúgvandi buddistur og hevur lært meg at síggja nýggjar síður av lívinum. Og millum annað eisini, at Ragnar ikki altíð nýtist at vera miðdepulin í tí, sum hendir í lívinum. Jú, Pen eigur lívið í mær. Eg eri henni ein sera takksamur maður, sigur brasni norski ævintýrarin.

Nýggjar ætlanir
Um middagsleitið í dag, settust tey bæði, Ragnar og Pen, í lítlu kajakkina, sum í veruleikanum er ein tríkilja við tveimum flotum í hvørjum borði. Endamálið var at sigla túrin úr Tórshavn, suður um Kirkjubønes til Kirkjubøar, at veittra farvæl til Trónd Patursson og onnur vinfólk her á landi áðrenn leiðin gekk víðari við Havella til Vestmannaoyggjar, Reykjavíkar og víðari til Grønlands.

Áðrenn hann leggur frá landi avdúkar Ragnar, at hetta ikki verður seinasta ferðin hann vitjar í Føroyum. Hann leggur leiðina framvið í august við Havella, tá túrurin í Grønlandi vónandi er av í øllum góðum.

- Eg havi allatíðina ætlanir, og vit eru við at fyrireika enn ein spennandi túr. Tá komi eg aftur til Føroya. Men eg kann ikki siga tær enn, hvat tað verður fyri ein túrur, sigur Ragnar Thorseth áðrenn ferðin gongur víðari.

Dimma.fo hevur komandi tíðina fleiri greinar um Ragnar Thorseth.


(Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður