Heimatíðindi

Pedagogfelagið ynskir eina skipaða mannagongd

2020-04-06 10:15 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Tað eru tríggjar vikur síðani, at løgmaður sendi landsinsfólk til hús, og stovnar og skúlar lótu aftur. Hetta skal í fyrstu atløgu vara til eftir páskir. 

Nú vil Føroya Pedagogfelag hava greiðar mannagongdir fyri, hvussu latast skal upp aftur eftir páskir. 

Í einum arbeiði, har man veitir einum øðrum menniskja umsorga, tað veri seg innan heilsu, røkt og námsfrøði, brúkar starvsfólkið sín kropp og sína sál, skrivar felagið í skrivi til miðlarnar. Her er ikki møguligt at seta glasveggir upp, ella at halda frástøðu á 2 metrar. 

Felagið stendur spyrjandi við hvussu ein møgulig upplating eftir páskir kann gerast á skilabesta hátt. Tá ið latið var aftur, var lagt upp til at neyðansing skuldi verða til tey, sum høvdu tørv á hesum, og hetta tók eina tíð áðrenn alt hetta kom í rætt lag, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagog. Tí vil felagið nú hava greiðar mannagongdir, áðrenn latið verður uppaftur.

Tað er eftir eina slíka tíð við undantaksstøðu í øllum samfelagnum, ikki ein fjarur tanki, at møguleikin er fyri, at ótti er á fólki, nú tosað verður um at lata samfelagið upp aftur. Tað eru starvsfólk sum av heilsuávum, ella øðrum orsøkum, kunnu verða í stórum vandabólki fyri at gerast sjúk, um nú smittan kemur á ein dagstovn, skrivar felagið. 

Hetta er umráðandi fyri virksemi, at man á ein skilsaman hátt finnur ein felagsleist fyri hvussu hetta skal gerast. Spurningurin er hvussu myndugleikarnir ætlað at upplatingin skal gerast á best ráðiliga hátt, sigur formaðurin. Felagið kundi tí hugsa sær at vita hvussu upplatingin eftir ætlan skal gerast. Er tað ráðiliga at stovnarnir lata uppaftur fyri øllum, ella skal avmarking setast á hvussu nógv kunnu koma á stovn, og hvør skal tá avgerða hvør sleppur á stovn og hvør skal hava børnini heima við hús, spyr felagið.

Sambært formanninum sakna tey tí eina greiða mannagongd fyri hvussu stovnar skulu halda seg til røttu tilmælini, tá ið latið verður upp aftur. Felagið heitir tí á heilsumynduleikarnir um at koma við greiðum boðum um, hvat ætlanin er eftir páskir.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður