Pedagogfelagið veitti undantaksloyvi

Mynd: Sóley, dóttir Sigrið Sivertsen

Pedagogfelagið veitti undantaksloyvi

2018-01-04 13:47 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Sigrið Sivertsen sendi fyrrakvøldið eitt skriv til miðlar og myndugleikar, ið var ein innilig bøn um at fáa veitt undantaksloyvi í verkfallinum hjá pedagunum. Orsøkin er, at Sigrið er mamma at einari dóttir, Sóley, ið er fjølbrekað. Hon býr heima, og hevur tørv á hjálp til alt, allar tímar í samdøgrinum.

Í skrivinum greiðir Sigrið frá, hvussu ómetaliga tungt tað var hjá familjuni at skula vera um hana allatíð, uttan nakra hjálp. Tað gekk bæði út yvir arbeiðið, inntøkuna og orkuna hjá familjuni.

Umbønin hjá Sigrið bleiv í dag svarað. Sóley fær rætt til ta hjálpina hon hevur tørv á. Ein tænastumannasett kvinna kemur at vera um Sóley 30 tímar um vikuna, meðan verkfallið enn stendur á. 



placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður