Heimatíðindi

Paradise Teitur er eisini tann veruligi Teitur

(mynd: TV3)

(mynd: TV3)

2019-04-04 16:30 Author image
Hergeir Staksberg

Hann er bæði stuttligur og dámligur. Og so er tað eisini futtur í manninum. Talan er um 23 ára gamla Teitur, sum spakuliga hevur vunnið hjørtuni á fleiri Paradise Hotel fjepparum

Teitur er eitt tað heitasta navnið í Danmark í løtuni. Og her tosa vit ikki um Teitur Lassen, men um 23 ára gamla Teitur Skoubo úr Tórshavn, sum hevur verið nógv í fokus í samband við Paradise Hotel. Teitur er blivin so mikið populerur í Danmark, at hann verður kontaktaður hvønn einasta dag av ymiskum miðlum, sum vilja tosa við hann.

Vit hava hitt Teit til eitt prát um mussar, konufólk, ball og lívið áðrenn og aftan á Paradise Hotel.

Teitur eigur besta mussin á Paradise Hotel

Í sendingini mikudagin kom ein nýggj kvinna á hotellið. Áðrenn hon fekk møguleika at heilsa upp á mannfólkini á hotellinum, so fekk hon ein muss frá mannligu luttakarunum. Síðani var hennara uppgávu at velja besta mussin, og har fór Teitur avstað við prísinum fyri besta muss. Hvussu hevur Teitur tað við at geva tann besta mussin á Paradise Hotel?

- Tað er fínasta slag. Tað er altíð gott at fáa prógv upp á tað, men eg haldi, at eg visti tað eitt sindur frammanundan. Erfaringarnar á hasum økinum mangla ikki, fortelir Teitur við einum smíli.

Teitur hevur ikki bara erfaringar mussum, tá tað snýr seg um konufólk. Mannfólkini á hotellinum sleppa ikki undan varrunum hjá Teiti. Tað er rættiliga vanligt, at mannfólkini mussa hini mannfólkini á hotellinum. Hví er tað so nógvur kærleiki millum mannfólkini á Paradise?

- Hahaha ja, eg veit faktiskt ikki. Hatta er eitt sovorið Paradise ting. Vit hava tað allir mega stuttligt saman. Eg veit ikki, eg dugi faktiskt slett ikki at svara upp á tað. Eg havi ofta fingið handan spurningin. Tað verður nógv drukkið, so hatta er bara nakað sum sker, men hatta er bara stuttligt, sigur Teitur flennandi.

[object Object]
(Soleiðis sá tað út, áðrenn besta mussin hjá Teiti. Mynd: TV3)


Teitur flytir inn í stovuna hjá fólki

Fyri einum ári síðani var Teitur ikki ein, sum mann til dagliga sá í sjónvarpinum. Hvussu er tað so knappliga at síggja seg sjálvan í sjónvarpinum?

- Eg haldi, tað er ræðuliga festligt! Eg dámi tað ræðuliga væl. Tað er bara stuttligt at síggja seg sjálvan, meðan mann gongur runt fullur, greiðir Teitur frá.

Hvussu samsvarar tað, sum mann sær í sjónvarpinum, við tínar egnu upplivingar á hotellinum?

- Tað er ræðuliga nógv, sum ikki er við. Tað er eisini klipt øðrvísi saman enn, eg sjálvur hevði forvæntað, men jú, eg kenni meg sjálvan aftur. Har er jú nógv sum manglar. Vit eru har døgnið runt, og hvør partur er bara 43 minuttur, so har er nógv, sum ikki kemur við.

- Har er tildømis nógv býtt, sum vit gjørdu, ið mann ikki sær. Tað er serliga eitt, sum vit væntaðu 100% fór at koma við, men sum so ikki kom við. Tað var, tá vit allir leypa naknir í poolin. Og har eru eisini nógv ófantalig ting, sum mann bara hopar ikki koma við, sigur Teitur við einum smíli.

Verður steðgaður á gøtuni

Tað er ikki bara bara at verða eitt kent andlit. Teitur upplivir dagliga, at fólk steðga honum á gøtuni, tí tey vilja práta ella taka eina selfie saman við honum.

- Ja, síðani tað er blivið víst í sjónvarpinum, er tað blivið rættiliga ógvusligt. Mann blívur allatíð steðgaður. Eg kann taka eitt dømi frá vikuskiftinum, tá eg var í býnum. Tá vóru tað ræðuliga nógv, sum vildu hava selfies. Og fólk vísa eisini stóran áhuga fyri tær. Hvat tú gert, og vilja faktiskt bara tosa við teg. Akkurát tað helt eg vera ræðuliga løgið. Hvussu stór broyting tað var, at onnur fólk knappliga vísa so stóran áhuga fyri mínum lívi. Tað er nokkso stuttligt at hugsa um, sigur Teitur meðan hann hugleiðir um, hvussu lívið er broytt síðani Paradise

Hvørja ávirkan hevur tað á eitt menniskja, tá mann knappliga er ein almennur persónur, sum fólk kenna aftur á gøtuni? Hvussu er tað at vera Teitur, áðrenn Paradise í mun til aftan á Paradise?

- Eg haldi, at eg eri tann sami enn, men eg haldi eisini, at mítt lív er blivið nógv meir spennandi nú. Tað er altíð okkurt á skránni nú. Og tað bara stuttligt at uppliva, hvussu nógv fólk hava áhuga fyri mínum lívi. Tað eru ræðuliga nógv, sum skriva til mín og siga, at eg eri ein legenda, at teimum dáma meg mega væl og bara vilja mær tað besta. Sovorið nakað dámar mær rótrúliga væl. Tað ger dagin nógv betur, sigur ein umhugsin Teitur.

- Eg royndi faktiskt at fyrireika meg uppá, at tað kanska fór at verða nógvur negativitetur, men tað havi eg slett ikki upplivað. Tað er alt hatta positiva, sum mann verður so ótrúliga glaður av at hoyra, sigur ein takksamur Teitur

[object Object]

(Mynd: TV3)

Teitur og konufólkini

Tað er ongin loyna, at Teitur er glaður fyri konufólk. Tað hevur hann staðfest ferð eftir ferð á Paradise, at konufólk hava eitt serligt pláss í hansara høvdi. Hvussu er støðan broytt viðvíkjandi konufólki aftaná, at hann hevur verið við í Paradise?

- Ja, tað er eisini broytt á hasum frontinum. Eg fái nógv meir uppmerksemi nú. Tað eru fleiri sum skriva nú, enn tað var áðrenn. Tað eru eisini fleiri, sum kontakta meg í mun til fyrr. Tað er hatta har við, at tær eru nógv meir áhugaðar mínum persóni nú. So jú, stutta svarið er: Ja, tað er blivið nógv lættari við konufólki, sigur Teitur

Nú vit tosa um konufólk, so var tað rættiliga klárt frá byrjan, at tú og tín kvinnuligi partnari Lea ikki vóru meir enn næstbest. Hvussu er forholdið millum teg og Leu ídag?

- Eg haldi, at hon er blivin smáfornermað yvir tað, sum eg havi sagt um hana. Men vit vóru ongantíð bestu vinfólk. Eg havi tosað við hana, tá eg havi møtt henni í býnum, men hon er ikki nakar stórur fjeppari av mær. Tað er slett ikki tað, eg skilji hana væl, men eg føli bara ikki, at tað er nakar missur í mínum lívi. Vit høvdu ongantíð nakað til felags, sigur Teitur.


Paradise Teitur er eisini tann veruligi Teitur

Sum tú sjálvur sigur, so ert tú ein rættiliga sentralur persónur í Paradise. Hvussu hevur tú tað við, at skula liva upp til forvæntningarnar hjá fólki? Til dømis tað, at fólk vænta, at tað allatíð skal henda okkurt, og at tað ongantíð skal verða keðiligt?

- Jú, men eg haldi eisini, at eg faktiskt eri akkurát soleiðis, sum eg eri har inni. Tað er eisini soleiðis, sum eg eri í veruleikanum. Men vinfólkini hjá mær vita eisini væl, at eg gott kann sita niðri og tosa, uttan at eg skal renna runt allatíð.

- Tað er so skjótt, at tað er ball, so eri eg uppi at koyra. Men soleiðis havi eg altíð verið. So tann Teitur mann sær í sjónvarpinum, tað er eisini tann ordiligi Teitur. Tað er meir tað, at um tað er ball, og eg onki sigi, at fólk hugsað, at okkurt er galið, sigur Teitur flennandi.


Góð ráð frá Teiti

Tá mann hevur besta mussin á Paradise og konufólkini flokkast um ein, so er Teitur helst tann rætti at spyrja um góð ráð, tá tað snýr seg um konufólk. Har er Teitur skjótur at leypa til við góðum ráðum til føroysk mannfólk.

- Tá tað kemur til konufólk, so handlar tað bara um sjálvsálit. Trúgv upp á teg sjálvan, so skal tað nokk ganga, sigur Teitur

Men Teitur hevur eisini eitt annað ess í ermuni, sum hann fegin deila. Tað essið er uppskriftin upp á eitt gott kvøld í býnum.

- Tá tað kemur til ball, so skalt tú lata vera við at hugsa um, hvat onnur halda. Um tú gert nakað, sum tú heldur er stuttligt, so ger tað. Tað er bara at hugna tær, og ikki ver bangin fyri, at onkur heldur, at tað er kiksað. Tað er tað viktigasta. Tað er eisini tað, sum altíð havi gjørt. Og tað er tað, sum hevur tikið meg til tað støðið, har eg eri í dag. Tað støðið, har eg bara ballist, havi tað stuttligt og geri akkurát tað, sum eg havi hug til. Hatta er uppskriftin upp á, hvussu tú fært eitt gott kvøld hvørjaferð, sigur ein  Teitur at enda.

 

Les eisini um, tá Teitur skuldi velja eina HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður