Panama-pappírini verða kunngjørd

2016-05-09 11:13 Author image
Dimma

Ein risastórur datagrunnur við 200.000 nøvnum á persónum, feløgum og grunnum, sum eru nevnd í Panama-pappírunum, verður almennur í kvøld.

Tað er altjóða felagið hjá gravandi journalistum ICIJ, ið almannakunnger listan. Sostatt ber nú til at fara ígjøgnum listan at finna nøvn, eisini á møguligum føroyingum, ið hava havt virksemi í Panama.

Harvið ber eisini til hjá føroyskum skattamyngugleikum at kanna eftir, um onkrar krónur, ið skuldu komið í føroyska landskassan, eru farnar aðrar vegir. 

Uppgávan er stór at gjøgnumganga øll nøvnini, og tí er TAKS farið í samstarv við danskar myndugleikar at fara ígjøgnum listarnar.

Tilsamans 11,5 milliónir skjøl vóru likin frá einum felagi í Panama, sum hevur hjálpt ríkum fólkum úr øllum heiminum at fjala pening fyri skattamyndugleikum.

Tað eru tó ikki øll hesi skjøl, sum verða almannakunngjørd. Altjóða felagið hjá kannandi journalistum vilja ikki vísa eitt nú bankakontur, fíggjarligar flytingar, teldupostar ella annað samskifti, sum vísa viðkvæmar persónligar upplýsingar.

Enn er einki føroyskt navn komið fram í sambandi við Panama-skjølini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður