Uttanlands

Dansk Flygtningehjælp fær pening orsakað av Paludan

(Advokaturin Rasmus Paludan úr Stram Kurs. Mynd: Stram Kurs)

(Advokaturin Rasmus Paludan úr Stram Kurs. Mynd: Stram Kurs)

2019-04-18 13:30 Author image
Hergeir Staksberg

Hvørjaferð Paludan setir eld á eina koran, so mótmælir familjumaðurin, Nicolai Würtz, við at stuðla Dansk Flygtningehjælp við 500 krónum

Tað er helst ikki at taka munnin ov fullan, um mann sigur, at innsavning til Dansk Flygtningehjælp liggur niðarliga á listanum hjá anti islamistiska Rasmus Paludan, sum eisini er dømdur fyri rasismu.

Men tað hevur ein heilt vanligur familjumaður úr Brønshøj nú syrgt fyri. Tað er synd at siga, at Nicolai Würtz er nakar fjeppari av Paludan, men heldur enn at mótmæla við at tveita steinar ella seta eld á bilar, so hevur hann vent øllum á høvdið. Nicolai hevur sett hol á eina innsavnan á heimasíðuni hjá Dansk Flygtningehjælp, sum longu nú er komin upp á 140.000 krónur.

- Eg trúgvi, at tað eru rættiliga nógv, ið hava tað sum eg, tá tað snýr seg um Rasmus Paludan. Hann hevur fullan rætt til at fara út á gøtuna og siga tað, sum hann hevur hug til, men eg vil bara vísa á, at eg eri ósamdur, og haldi at hatta er ein klikkaður máti at brúka sítt talufrælsi uppá, sigur Nicolai.

[object Object]

(mynd av neystøddum børnum. Mynd: Dansk Flygtningehjælp)

Karmalógin
Innsavningin hjá Nicolai virkar sum ein boomerang hjá Paludan, tí samstundis sum Paludan brúkar koranina sum eitt vápn móti flóttafólki, so virkar koranin hjá Paludan eisini sum stuðul til Dansk Flygtningehjælp.

- Við hesi innsavnani kann mann siga, at eg brúki karmalógina. Tá Paludan ger okkurt, sum skaðar og ger fólk kedd, so royni eg at venda tí til nakað positivt. Tá hann í mínum eygum ger nakað ódámligt, so royna vit at venda tí á høvdið, sigur Nicolai .

Sambært Nicolai, so er ætlanin, at Paludan skal verða tann súrasti innsavnarin í Danmark, tá tað snýr seg um innsavnan til vælgerandi endamál. Nicolai vísir á, at hetta tiltakið eisini er við til at varpa ljós á, at tað eisini eru rættiliga nógv heilt vanlig og friðarlig fólk, sum eisini hava hug at gera okkurt, uttan at talufrælsið stendur fyri skotum.

Klokkan hálvgum tíggju í morgun høvdu 1.247 fólk latið 132.770 krónur tilsamans til Dansk Flygtningehjælp.

Les meir um Rasmus Paludan og talufrælsið HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður