Uttanlands

Paludan ætlar at tveita túsundtals muslimar til Grønlands

(Rasmus Paludan er oddamaður í høgravenda politiska flokkinum Stram Kurs. Mynd: Stramkurs.dk)

(Rasmus Paludan er oddamaður í høgravenda politiska flokkinum Stram Kurs. Mynd: Stramkurs.dk)

2019-05-20 14:00 Author image
Hergeir Staksberg

Sambært Rasmus Paludan skulu 400.000 muslimar tveitast úr Danmark. Um teir ikki fara av fríum vilja, so verða teir sendir til Grønlands

Rasmus Paludan hevur megnað at sett eitt øgiligt fokus á útlendingamál í samband við Fólkatingsvalið, men hvussu byrjaði alt stríðið um útlendingar í Danmark?

[object Object](Love, peace and harmony. Tað vóru slagorðini hjá ungdóminum í 60'unum. Mynd: Shutterstock)

Tað byrjaði við útlendskari arbeiðsmegi
Seinast í 60’unum manglaðu danir arbeiðsmegi, so danir byrjaðu at bjóða útlendingum størv í Danmark. Hetta kallaði mann gestaarbeiðarar.

Í 1983 vóru umleið 60.000 fólk frá ikki vestligum londum í Danmark. Sama árið samtykti fólkatingið eina nýggja útlendingalóg.

Sambært kritiskum røddum som Mogens Glistrup, so opnaði hendan lógin hurðarnar fyri alt ov nógvum flóttafólki.

[object Object](Mogens Glistrup sat á fólkatingi fyri Fremskridtspartiet. Mynd: Den Store Danske) 

Mogens Glistrup um nýggju lógina
Í 1985 segði Glistrup soleiðis um lógina:

- Jeg ønsker ikke, at Danmark skal ligge åbent for den Muhammedanske religion, som vil udslette alle de vantroende [...] vi må huske på, at vi er trods alt kun fem millioner der lægger beslag på 42.000 kvadratkilometer på denne jordklode. Og det vil vi ikke have ødelagt af disse enorme folkemængder som der ellers kan strømme hen over landet.

Í 1986 segði, presturin og seinni fólkatingslimurin, Søren Kragh soleiðis:

- Den nuværende flygtningelov er en national og folkelig katastrofe for Danmark, fordi den ikke overhovedet giver mulighed for at sætte nogen grænse. Derfor er det sådan, at der er tale om et længe tiltrængt opgør med en foragt for danskernes eksistens i Danmark.

[object Object](Helle Thorning Smith. Mynd: Jakob Horn)

Í 2010 var fyrrverandi statsministarin, Helle Thorning Smith, gestur í sendingini Debatten, har evnið var útlendingar og integratión.

- Det er lidt mærkeligt med et tørreklæde, fordi det er meget fremmed i forhold til dansk kultur, hvor vi er meget frie, og vi kæmper hårdt for ligestilling mellem mænd og kvinder, segði Helle Thorning, tá hon stóð yvirav eini kvinnu við turriklæði á høvdinum.

[object Object](Muslimskar kvinnur, sum fjala teirra hár. Mynd: Shutterstock)

2015
Tað er also ikki nakar nýggjur trupulleiki, sum danir uppliva til fólkatingsvalið, men tað var serliga aftan á 2015, at tosið um flóttafólk, islam og integratión av álvara blussaði upp aftur. Á heysti í 2015 leitaðu meir enn ein millión flóttafólk til Europa.

Í 2017 stovnaði advokaturin, Rasmus Paludan, flokkin Stram kurs, sum ynskir at útihýsa øllum muslimum í Danmark. Danmark skal vera fyri danir, sigur Paludan.

- Det er dem, der kalder det fredens religion der ikke kan indordne sig under danske forhold. De skal rejse hjem til det land, de kommer fra [...] islam er ikke noget der integrerer sig. Det er umuligt. Det ved alle danskere. Når der kommer flere og flere muslimer til Danmark i forhold til danskere, så bliver magtbalancen sådan, at de bestemmer mere end danskerne, segði Paludan í kjaki við Clement á Danmarks Radio.

[object Object](Peikifingur og longutong hava ikki sama týdning hjá Paludan og ungdóminum í 60'unum)

Grønland sum motivatiónsdepil
Tá journalisturin hjá BT, Sanne Fahnøe, spurdi Paludan, hvat hann ætlaði at gera við muslimar, sum ikki ætlaðu at fara úr Danmark av egnum vilja, so svaraði Paludan soleiðis:

- Så er vores forslag motivationscentre, hvor det er således, at Grønland er en del af Danmark, og nordøst Grønland er et meget smukt naturområde. Og så vil man få mulighed til enten at rejse frivilligt hjem eller bo i et motivationscenter i nordøst Grønland og nyde naturen der.

Rasmus Paludan hevur fyrr nevnt, at umleið 400.000 muslimar skulu útvísast úr Danmark. Í fyrsta lagi skulu tey tvingast úr Danmark, men um tað ikki eydnast, so skulu fleiri túsund flytast til Grønlands.

Tað, sum byrjaði við útlendskari arbeiðsmegi í 60'unum, er nú broytt til útihýsing av ávísum átrúnaði, har upprunalandið ella Grønland verða endastatiónirnar.

Les meir um Paludan HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður