Páls Høll 50 prosent dýrari enn ætlað

Páls Høll 50 prosent dýrari enn ætlað

2017-04-30 21:52 Author image
Dimma

Vágs Kommuna hevur í fleiri umførum veitt stuðul til Páls Høll, eins og privat og almenn feløg sum SEV hava veitt stuðul til høllina, sum kortini kom í trupulleikar í fjør. Og roknskapurin, sum býráðið brúkti sum grundarlag fyri seinasta útgjaldinum, vísir, at høllin kostar omanfyri 30 milliónir krónur – borgarstjórin, Dennis Holm, segði annars í oktober 2015, tá høllin varð tikin í nýtslu, at hon kostaði 20 milliónir krónur.

- Undir vanligum umstøðum átti langhylurin í Vági at kostað umleið 80-85 milliónir krónur. Men Páls Høll kostaði einans 20 milliónir krónur, segði hann við Kringvarp Føroya tá.

Men soleiðis gekk ikki, tí sambært roknskapinum fyri 2016 var skuldin í felagnum 29,6 milliónir krónur, áðrenn kommunan kom upp í leikin við 3,8 milliónum krónum, so grunnurin kundi rinda nøkrum av sínum kreditorum og koma víðari og gera arbeiðið liðugt.

Lesið meira í blaðnum hetta vikuskiftið

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður